Hondbóltur

Joan og Inga Maria á vikuliðnum í Íslandi

Vóru toppskjúttar við ávikavist 10 og 9 mál í dystum sínnum í 2. umfari. Inga Maria Roysdóttir er aftur í ár profilur hjá Stjarnuni, og Joan Johannesen hevur fingið frálíka byrjan í KA//Þór. Báðar skulu til landsliðsvenjing í næstu viku.

Inga Maria Roysdóttir hevur spælt fyri Kyndil og H71 í fremstu føroysku deildini og vísir góðar taktir í Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)

Inga Maria Roysdóttir hevur spælt fyri Kyndil og H71 í fremstu føroysku deildini og vísir góðar taktir í Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-15 12:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyingafeløgini í fremstu íslendsku kvinnudeildini hava bæði tapt í teimum báðum fyrstu umførunum. Men persónliga hevur tað gingið væl hjá teimum trimum ungu føroyingunum.

Joan Johannesen og Agatha Kjærbæk Djurhuus skiftu úr føroysku deildini í summar, stutt eftir U20 HM. Tær spæla nú báðar við KA//Þór. Agatha er komin úr VB, og 19-ára gamli strikuspælarin hevur skorað samanlagt sjey mál í tveimum teimum fyrstu umførunum.

[object Object]
Agatha Djurhus hevur tikið stigið víðari og er uppá tal til A-landsliðið - strikuspælarin skal venja við í næstu viku, tá EM-fyrireikingarnar byrja (Mynd: Sverri Egholm)

Joan Johannesen hevur av álvara gjørt bart. 20-ára gamli høgri vongurin spældi eitt flott kappingarár við Kyndli í fjør, tá greipan kom í hús, og hon hevur verið toppskjútti í teimum báðum fyrstu dystunum hjá KA//Þór: Samanlagt hevur Joan Johannesen skorað 18 mál í tveimum teimum fyrstu kappingardystunum hjá sær í Íslandi.

Leygardagin vísti Joan aftur stóran tryggleika, tá hon skoraði í sínum fyrsta heimadysti. Hetta móti Haukar, sum vann 33-26. Agatha skoraði trý mál í tapinum hjá føroyingaliðnum á Akureyri.

[object Object]
Joan Johannesen dagsins spælari í U19 EM-dysti. Hon bankar av álvara á til A-landsliðið (Mynd: EHF)

Inga Maria Roysdóttir átti seinasta kappingarár stóran leiklut í, at Stjarnan helt sær uppi í bestu deildini. Hetta saman við einari aðrari, sum hevur spælt nógv við Kyndli, Natasju Hammer.

Natasja er við barn nú, meðan Inga Maria heldur fram at skora mál og gera mun fyri Stjarnuna. Um vikuskiftið endaði tað við sjey-máls tapi fyri Fram, men lámi føroyski spælarin skoraði heili níggju ferðir.

[object Object]
Inga Maria í framlopi í steypafinaluni 2026, sum hon vann við Kyndli. Hon kann spæla bæði á vonginum og á bakkinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Avrikið var so mikið gott, at Inga Maria Roysdóttir var á vikuliðnum fyri 2. umfar sum besti høgri bakkur - hoyvíkskvinnan kann spæla á bakki og á vongi. Og sum besti høgri vongur á almenna liðnum var Joan Johannesen. 

[object Object]
Almenna lið vikurnar (Mynd: Ólis deildin)

Harvið flott føroysk avrik, og Inga Maria, Joan og Agatha vera allar við, tá landsliðið savnast í næstu viku. Venjingar eru á skránni í Føroyum sum partur av EM-fyrireikingunum. Útisetarnir í Íslandi hava ikki verið við til A-endaspøl áður, men bjóða seg av álvara fram til tað nú.

Sí eisini:  EM nærkast: Fleiri nýggjar í landsliðshópinum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder