Fótbóltur

Video: Málið hjá Geza David Turi heldur fram at vekja ans

EFL hevur málið hjá føroyinginum sum eitt av teimum bestu síðsta vikuskfti fyri Championship, League One og League Two.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-09-15 12:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta málið hjá Geza David Turi í kappingardysti fyri Grimsby var á mangan hátt nakað serligt.

Flotta langskotið var 2-0 málið í sigrinum á oddaliðnum í League Two, Bristol Rovers. Gøtumaðurin rak og sendi síðani eina rakett upp í longra málhornið.

Her ber til at lesa meira og síggja øll hæddarpunktini

24-ára gamli føroyingurin heldur fram at gera vart við seg í Grimsby og vísir stórform, áðrenn Nations League byrjar.

Málið leygardagin var so mikið gott, at Grimsby-fjepparar ivast í, um tey munnu hava sæð betri á Blundell Park.

Langskotið hjá Geza er eisini á topp-fimm listanum hjá EFL fyri vikuskiftið. Her eru millum annað mál úr næstbestu ensku deildini, Championship, við.

Til ber at síggja málini ovast við at trýsta á miðjuni - ella á Youtube-síðuni hjá EFL




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder