Fótbóltur

André Olsen úttikið sín fyrsta U19-hóp

Liðið skal á venjingarlegu og spæla tríggjar venjingardystir í Slovenia døgunum 25. september til 5. oktober. Áhugavert er millum annað, at tríggir spælarar úr FC Suðuroy og fimm úr donskum fótbólti eru við.

André Olsen hevur tikið 18 spælarar út til fyrstu uppgávuna - seinni í ár er EM á skránni (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

André Olsen hevur tikið 18 spælarar út til fyrstu uppgávuna - seinni í ár er EM á skránni (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

2026-09-16 16:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Hetta verður ein spennandi avbjóðing, og samstundis eitt fínt høvi hjá spælarunum at vísa seg fram.

Tað sigur André Olsen, nýggi venjarin hjá U19-landsliðnum við dreingjum, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Tað er í sambandi við, at liðið seinni í mánaðinum fer til Slovenia, har venjingarlega og tríggir venjingardystir eru á skránni.

Umframt slovensku vertunum, skulu føroyskur dreingir eisini spæla ímóti Írlandi og Sameindu Emirríkjunum.

Fjølbroyttur hópur

18 spælarar eru úttiknir til venjingarleguna.

Har er tað millum annað áhugavert, av av teimum eru fimm, sum hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti.

Málverjin Nóa Klein Joensen og verjuspælararnir Dennis Anghel og Jákup Kristiansson Poulsen eru farnir til Danmark ar royna seg á akademiinum - hetta úr ávikavist Víkingi, B36 og B68.

Tað er eisini áhugavert, at tríggir spælarar eru úr FC Suðuroy. Páll Johannesen, Eyðtór Eyðsteinsson Joensen og Nóa Kristin Mortensen hava allir í løtum verið við til uppflytingina hjá FC Suðuroy úr 1. deild. At teir eru við U19-landsliðnum kann vera ljóst tekin, og man vera partur av miðvísum arbeiði - og sanniliga eisini møguleikanum at venja í einari fótbóltshøll í fótbóltsuppvøkstrinum.

Hópurin
Tróndur Sjúrðarson, HB
Nóa Klein Joensen, Randers FC (Danmark)
Dennis Anghel, SønderjyskE (Danmark)
Jákup Kristiansson Poulsen, Esbjerg fB (Danmark)
Ørvur Isfeld, AB
Jóel Tróndargjógv, NSÍ
Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, FC Suðuroy
Nóa Kristin Mortensen, FC Suðuroy
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Dánial Mørkøre, HB
John Ziska Joensen, KÍ
Ezra Lukama, KÍ
Sigurd Ulriksen, FC Helsingør (Danmark)
Páll Johannesen, FC Suðuroy
Markus Højgaard, Víkingur
Markus Klein Danielsen, NSÍ
Edvard Falkenberg, HB
Jannik Borge, AC Amager (Danmark)

Upprunaliga var Magnus Pauli Thomsen úr EB/Streymi á listanum men hann hevur givið avboð.

Sum skilst eru eisini nakrar spælarar úr høvuðsstaðnum, sum ikki eru tøkir. Dávid Reynheim hevur aldur til U19-landsliðið, men hann skal við U21-landsliðnum.

Venjingarlegan í Slovenia er samstundis ein týðandi liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í Serbia frá 9. til 17. novembur. Tá vera mótstøðulondini Serbia, Montenegro og Aserbadjan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder