Annað

Jónstein Petersen og Tummas Jacobsen til heimsins størstu kapping fyri seyðahundar

Gripur, Kvikk og Moss eru við í Stórabretlandi. ISDS World Trial verður sett í dag, og innleiðandi umførini eru á skránni næstu dagarnar - heimsmeistarin verður funnin sunnudagin.

Tummas Jacobsen saman við hundum sínum

Tummas Jacobsen saman við hundum sínum

2026-09-16 09:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag, mikudagin 16 September verður størsta seyðahunda kapping í heiminum sett á Huntington Farm. Hetta er í Stórabretlandi - skotsku megin markið við Ongland.

Fimm føroysk umboð eru við: Jónstein Petersen og Tummas Jacobsen við hundum teirra. Jónstein hevur Grupur og Kvik, og Tummas hevur Moss.

[object Object]
Jónstein Petersen - her við Gripi 

Heimasíðan hundar.fo skrivar, at hesir skulu kappast ímóti yvir 300 luttakarum úr 33 tjóðum næstu dagarnar.

Innleiðandi umfør verða Hósdagin og Fríggjadagin. Leygardagin verður semifinala. Og Sunnudagin verður finala har heimsmeistarin verður funnin. 

- Í innleiðandi umførunum verður kappast á trimum breytum samstundis, 6 luttakarar sleppa víðari av hvørjari breyt hvønn dagin. 15 teir bestu sleppa úr semifinaluni, í finaluna Sunnudagin.

Føroyskir hundar og hundaførarar hava javnan staðið seg ógvuliga væl í altjóða kappingum.

Meira um kappingina ISDS World Trial sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder