Í dag klokkan 17 føroyska tíð bresta U18 dreingirnir hjá HB saman við Flora Tallinn í Youth Leauge.
Talan er um Champions Leauge fyri ungdómslið.
Meistaraliðini í Føroyum og í Estlandi í elsdru ungdómsdeildunum hittast í 1. umfari, og lagt er upp til spennandi uppgerð. Seinni dysturin verður spældur á Tórsvølli.
Í fjør vann Víkingur seg víðari móti táverandi estisku meistarunum Narva Trans. Hetta við sigri á Tórsvølli eftir tap á útivølli í fyrra dystinum.
HB vann stórsigur í U18-steypafinaluni fyrst í mánaðinum, so sjálváltið burdi verið í lagi á liðnum, sum fór til Estlands mánadagin.
Til ber at fylgja gongdini í dystinum á heimasíðuni hjá UEFA
Leinkja til stroyming er her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald