Hondbóltur

Óli og Hákun móti ungarskum liðum í Champions League í kvøld

Til ber at síggja GOG - Pick Szeged á Viaplay og TV3 klokkan 17.45 og Füchse Berlin - Veszprem á Viaplay og TV3 Sport klokkan 19.45.

Óli Mittún var toppskjútti í fyrsta Champions League-dystinum hjá GOG í ár - nú bíðar lyklauppgerð í Svendborg (Mynd: Jens Kr. Vang)

Óli Mittún var toppskjútti í fyrsta Champions League-dystinum hjá GOG í ár - nú bíðar lyklauppgerð í Svendborg (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-09-16 13:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

2. umfar í Champions League-bólkaspælinum hjá monnum verür spælt í kvøld, og tveir føroyingar skulu í eldin.

Klokkan 17.45 føroyska tíð tekur GOG ímóti Pick Szeged í lykladysti í bólki B. GOG tapti fyri Sporting í Portugal í 1. umfari - har Óli Mittún var toppskjútti. Neyðugt er at enda minst nummar tvey av teimum fýra í bólkinum fyri at koma víðari.

Sí bólkarnar og støðurnar her

Dysturin í Danmark kann síggjast á Viaplay og TV3.

Füchse Berlin gjørdi sítt í fyrsta umfari í Serbia.  Hákun West av Teigum varð spardur, tá silvurvinnararnir í Champions League seinastu tvey árini vunnu við ellivu málum. Í kvøld verður uppgávan á pappírinum væl torførari, hoast tað er á heimavølli. Eins og hjá GOG, vitjar ungarskt felag.

Dysturin millum Füchse Berlin og Veszprem kann síggjast á Viaplay og TV3 Sport klokkan 19.45

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder