Hondbóltur

Óli Mittún toppskjútti við tíggju málum í týðandi Champions League-sigri

Hevði eisini flest upplegg hjá GOG - fimm - og vísti stórspæl móti fyrrverandi venjara sínum.

Óli Mittún gjørdi bart, tá GOG var omaná í tøttum dysti móti ungarska stórfelagnum Pick Szeged (Mynd: Jens Kr. Vang)

Óli Mittún gjørdi bart, tá GOG var omaná í tøttum dysti móti ungarska stórfelagnum Pick Szeged (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-09-16 20:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Óli Mittún hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá Champions League-kappingarárið. GOG tapti í Lissabon í 1. umfari, men Óli Mittún varð GOG-toppskjútti við átta málum

Í kvøld stóð hvirluvindurin úr Hoyvík seg uppaftur betri, tá Pick Szeged vitjaði til lykladyst í 2. umfari. Fýra lið eru í hvørjum bólki og tvey koma víðari. Harvið er ikki ráð at missa stig serliga ofta.

Óli Mittún tók beinanvegin taktstokkin. Hann skoraði seks mál uppá seks skot, og góðu málverjarnir hjá útiliðnum, Portner og Mikler, fingu heldur ikki tarnað Mittún eftir steðgin.

Samanlagt skoraði nummar 78 tíggju mál uppá tíggju skot. Harvið var Óli Mittún javnsettur toppskjútti við Manuel Zehnder. Sveisiki bakspælarin skeyt eitt skot fleiri og skoraði seks ferðir við brotskasti.

Óli sspæli við høgari ferð og so at siga ongum mistaki. Hann er eisini skrásettur fyri flest uppglegg í dystinum - fimm.

Sí hagtøl her

Hetta var týðandi partur av, at GOG helt Pick Szeged aftanfyri sær. Liðið hjá Michael Apelgren hótti annars fleiri ferðir og var á minus eitt nakrar ferðir seinastu tjúgu minuttirnar. Men Óli Mittún vann á venjara sínum frá fyrstu árunum í IK Savehof, og 21-ára gamli føroyingurin prógvaði seg aftur á størsta evropeiska pallinum.

[object Object]
Óli Mittún í Savehof-tíðini, tá Apelgren var venjari 

Sigurin merkir, at GOG er á 2. plássi eftir tvey umfør. Svenska Kristianstad, eitt lið sum Óli Mittún kennir væl, er á skránni í næsta umfari. Tað er tó ikki fyrrenn 7. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder