Füchse Berlin var mikukvøldi¨fyri tapið á heimavølli í 2. umfari í Champions League-bólkaspælinum.
Hákun West av Teigum legði annars Füchse frammum 4-3 eftir smáar átta minuttir. Men hetta skuldi vísa seg at vera einastu ferð, at heimaliðið var á odda.
Veszprem spældi góðan og effektivan álopshondbólt, og í verjuni fekk ungarska liðið tamarhald á Mathias Gidsel í 1. hálvleiki. Emil Nielsen hevði eisini sínar stórbjargingar. Millum stjórbjargaði danin móti Hákuni í 1. hálvleiki.
Hetta sæst stutt inn í videobrotið, sum er her, og eisini ovast.
Føroyski høgri vongurin skoraði annars trý av fyrstu fimm málunum hjá Füchse, og Hákun West av Teigum var næstbesti málskjútti hjá liðnum við fimm málum.
Samanlagt vóru gestirnir tó hvassari. Eina løtu í 1. hálvleiki var munurin sjey mál, í steðginum var 16-21, og tað endaði 29-35.
Tobias Grøndahl hevði møguliga at javna við brotskasti eftir 47 minuttir, men Mikael Appelgren kom inn og bjargaði. Móti endanum fór Veszprem frá og legði seg á odda í bólkinum.
Hákun og Füchse hava tvey stig fyri tveir dystir í bólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald