Flestu dystirnir í 3. umfari í bestu íslendsku mansdeildini vóru á skránni í gjárkvøldið, mikudagin.
Í Kópavági var uppgerð millum føroyingafeløg, har strandingar vóru á hvør sínum liði.
Sum væntað vann Valur á HK. Allan Norðberg skoraði tvey mál í dystinum, sum Bjarni í Selvindi ikki var við í. Bakkurin, sum eisini er vaksin upp í StÍF, hevur vøddaskaða at dragast við. Talan er um fipurskaða í bakpælarinum
![]()
Allan Norðberg, longst til vinstru, var við í greiðum sigri hjá Vali (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Hjá Trúgva Hávardssyni gekst ikki so væl at skjóta. 21-ára gamli spælskiparin av Strondum hevði fýra skot og skoraði eina ferð. Men eins og í undanfarnu dystunum, var Trúgvi ógvuliga eyðsýndur í upplegsspælinum.
Hann varð skrásettur fyri heili 11 upplegg í 11-máls tapinum. Harvið hevur Trúgvi Hávardsson samanlagt 27 upplegg í trimum landskappingardystum.
Ungi føroyingurin varð mettur sum besti maður hjá HK, útfrá tølunum. Liðið er tó aftast eftir tríggjar dystir við ongum stigi.
Á útivølli móti UMF Selfoss spældi Stjarnan javnleik, 34-34, eftir at hava verið á odda 19-17 í steðginum. Tóki Friðriksson skoraði tvey mál av strikuni og Jóhannes Bjørgvin eitt mál av vonginum.
Í dag klokkan 16.30 føroyska tíð takur Fram ímóti ÍBV í Lambhagahøllini. Harvið skal Dánjal Ragnarsson spæla ímóti felagnum, sum hann vann meistaraheiti við í 2023. Fram hevur higartil fult stigatal og vann heili 47-40 á Vali í síðstu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald