Tríggir dystir í 3. umfari í SMS-deildini vórðu spælir í gjár, mikudagin 16. september.
H71 og Stjørnan hittust í Hoyvík, har heimaliðið vann við fýra málum. Harvið hava bæði liðini nú 4 stig - H71 tó fyri bert tveir dystir.
![]()
Hoyvíkskvinnur høvdu sum heild tamarhald á teimum úr Klaksvík
Maria Halsdóttir Weyhe var toppskjútti í dystinum við heili 12 málum (Myndir: Sverri Egholm)
Myndir: H71 hevði munin móti Stjørnuni
Tveir dystir vórðu spældir í høllini á Hálsi. Har vann eitt sterkt VÍF-lið, har nógvar gjørdu mun við málskjóting, stórt á Neistanum (33-21) Við hasum hava bæði VÍF og Neistin fýra stig fyri tríggjar dystir.
Neistin vann á Kyndli síðsta vikuskiftið. Og aftur í gjár vóru greipuvinnararnir fyri tapi. Liðið hevði bert ellivu spælarar á dómaraseðlanum og hevur mist nógvar spælarar í summar - millum annað eru tríggjar av teimum týðandi farnar útum landoddarnar at spæla. Bjarta Johansen er givin, og Turið Arge Samuelsen stóð á dómaraseðlanum sum hjálparfólk.
Stórskjúttin í føroyskum hondbólti seinastu mongu árini kundi hyggja at einum tøttum dysti, har EB tó var nakað omaná. Tað var 13-11 í steðginum, og tað vóru eisini tvey mál á muni, tá samanum kom (25-27).
Tær av Eiði og Sundalagnum fóru frá aftur seinasta korterið. Fleiri ungar og lokalar gjørdu bart, og so vóru útlendsku profilarnir avgerandi: Maria Fisker Stokholm, sum er komin beinleiðis úr Viborg, var toppskjútti við 8 málum, og fyrrverandi bakkurin hjá Kyndli, Nadja Pejovic, skoraði sjey ferðir á Hálsi.
Fyrstu stigini hjá EB í ár og fyrsti sigurin hjá felagnum á Kyndli í bestu kvinnudeildini.
Dystir eru aftur um vikuskiftið - sí skránna og støðuna á hsf.fo
Til ber at síggja allar dystirnar, eisini aftaná teir eru spældir, á Portal Play. Hetta við einum haldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald