Annað

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Føroyar vunnu 2½ - 1½ á øðrum degi á Talvolympiaduni í Usbekistan. Lutjen Apol og John Rødgaard vunnu sínar dystir - í dag er Peru á skránni.

Føroyska liðið undan dystinum í gjár: Lutjen Akselson Spol, Jón í Horni Nielsen, John Rødgaard og Elias Petersen (MYnd: TSF)

Føroyska liðið undan dystinum í gjár: Lutjen Akselson Spol, Jón í Horni Nielsen, John Rødgaard og Elias Petersen (MYnd: TSF)

2026-09-18 07:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan, sum var á skránni hósdagin 17. september.

- Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag.

Hetta staðfestir Talvsamband Føroya, sum tó kann staðfesta fyrsta føroyska sigurin í fjarskotna landinum. 

Í fyrsta dystinum endaði tað við 4-0 tapi fyri Týsklandi. Í gjár vunnu Føroyar við tveimum og einum hálvum stigi móti einum og einum hálvum.

Lutjen Apol og John Rødgaard vunnu sínar dystir, meðan Elias Petersen spældi javnleik:

Føroyar - Cayman-oyggjar 2½ - 1½
Luitjen A. Apol (2305) - Ryan Blackwood (1937) 1 - 0
IM John Rødgaard (2250) - Mike McDonald (1892) 1 - 0
Jón í Horni Nielsen (2078) - Christopher Young (1824) 0 - 1
Elias Petersen (2075) - Shaun Tracey (1767) ½ - ½ 

Niðast ber til at lesa, hvussu royndi John Rødgaard upplivdi dystin og dagin í gjár

Hetta var fyrsti talvdystuin móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159 og Føroyar nummar 107, upplýsir TSF. 

Móti Peru í dag

Í triðja umfari telva Føroyar móti Peru, sum er styrkismett nummar 80. Á liðnum er ein stórmeistari og tríggir altjóða meistarar. Miðalstykitalið er 2462.

- Føroyar hava tvær ferðir telvað móti Peru á olympiskum leikum. Tað var fyri nógvum árum síðani, og illa gekst í hond. Fyrri dysturin var í Týsklandi í 1970, sum var olympiski elddópurin hjá Føroyum. Ta ferðina taptu vit 4-0.

Triðja umfar byrjar klokkan 11 fyrrapartin fríggjadagin.

----------------------------------------------------------------------

Talvympiadan er um at koma í eina fasta legu. Nú eru tey eisini farin at grilla kjøtið, og cappuccino-ið smakkaði í dag eisini av kaffi. Afturfyri noyddust vit aftur at sita í stívligan tíma í bussinum og bíða, til hann koyrdi okkum aftur á gistingarhúsið.

Við talvborðið hittu við Caymanoyggjarnar, sum vit eiga at vinna á. Tað eydnaðist eisini, men við tógvið slit.

Luitjen hevði svarta fólkið móti Blackwood og hevði brátt javna støðu. Men longu eftir tólvta leik hevði hann munin, fyrimunurin var ikki stórur, men tó greiður. Stig fyri stig legði hann oman á, og vann trygt.

Eg hevði hvíta fólkið móti McDonald. Liðskipari teirra segði mær, at hesin góði McDonald hevur einaferð verið nummar fimm í heiminum í pokerspæli. Tá er ikki at undrast, at hann hevur ráð at búleikast í Caymanska skattaskjólinum. Mótstøðumaður mín hevði fyrireikað seg gjølla. Eg royndi at sleppa mær undan ov javnari støðu, men tað var betur ógjørt, tí avleiðingin var, at eg kom at standa illa. Tíbetur vóru nógvir møguleikar í støðuni, og mótstøðumaðurin viltist til endans. Nú stóð eg so mikið væl, at tað rakk til sigurs.

Sorgarsøgan var Jón. Mótstøðumaðurin herjaði á hann, men Jón vardi seg væl og skilagott. Tá roykurin hevði lagt seg, hevði Jón avgerandi fyrimun í endatalvinum, tó at tað kravdi sín mann at telva støðuna rætt. Jón var tíverri ov bráður og óneyvur, og søplaði sær tíverri alt av hondum. Tað var spell. 

Elias var leingi oman á, men í 38. leiki lorkaði hann og misti býtismun (rók fyri mann). Nú var tap í hendi, men til alla lukku var mótstøðumaðurin ikki nóg neyvur heldur, soleiðis at Elias bjargaði sær remis við ævigum skáki.

2½ - 1½ til okkara - lat okkum bara fegnast um tað...


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder