Annað

Hundar á hægsta stigi í Skotlandi

Seyðurin á Huntington Farm er avbjóðandi at reka - tað eydnaðist ikki at Jónstein Petersen og Gripi at vinna seg í hálvfinaluna hósdagin - í dag royna hann og Tummas Jacobsen aftur.

Jónstein Petersen og Gripur (Mynd: hundar.fo)

Jónstein Petersen og Gripur (Mynd: hundar.fo)

2026-09-18 08:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárm hósdagin 17. september, fór World Trial - HM fyri seyðahundar - í gongd í Skotlandi. Hetta nær við enska merkið. 

Heimasíðan hundar.fo skrivar, at seyðurin á Huntington Farm er avbjóðandi at reka, tað er ikki ov nógv sag

- Men tað ger at teir bestu hundarnir rættuliga sleppa at vísa seg.

Tveir menn, ið eru kendir innan økið í Føroyum, skaraðu framú við teirra hundum hósdagin.

Talan er um David Kevin Evans við hundinum “Kemi Jack” og Serge van der Zweep við “Beau”  Kaja Zupec við “Indi”, úr Slovenia gjørdi eisini bart: Í løtuni liggja tey nummar 3, á breyt nummar 1. Hetta gevur helst eitt semifinalu pláss. Hetta er fyrstu ferð at Slovenia er við í kappingini.

Hjá føroyinginum rakk tað ikki til hálvfinalupláss.

- Okkara egni Jónstein Petersen royndi seg við Gripi (ikki Kvikk, ið vit skrivaðu í gjár). Tað gekk ikki eftir vild hjá teimum báðum. Teir fingu 84 stig og endaðu á 38 plássi, á breyt 3. Hetta røkkur ikki til semifinaluna.

[object Object]

Av tí at innleiðandi umførini ikki gjørdust liðug í gjár, varð byrjað klokkan 6:30 í morgun. Um eina løtu ber til at siga, hvør røkkur semifinaluni.

Tummas Jacobsen og “Moss” og Jónstein Petersen og “Kvikk”, skulu allir royna seg á breyt 1. Tummas verður eftir ætlan nummar 11 í røðini, við nummar 152 á rygginum. Jónstein verður eftir ætlan nummar 26 í røðini, við nummar 167 á rygginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder