Føroysku A-landsliðini í hondbólti hava seinastu árini verið til endaspøl og skulu tað eisini í vetur.
Nú er tað eisini meira sannlíkt, at Føroyar í framtíðini fara at hýsa - ella partvíst hýsa - einum endaspæli.
Nú freistin hjá EHF fyri at alment boða frá áhuga fyri at hýsa EM-endaspølini í 2034 vóru av, stóðu 11 ymisk lond á listanum:
Tíggju lond ynskja EM 2034 fyri menn, og fimm ynskja tað hjá kvinnum. Danmark, Luksemborg, Niðurlond og Svøríki eru á báðum síðum - Føroyar hava víst áhuga í EM í desember 2034.
Yvirlit yvir møguligu vertirnar um átta ár (Mynd: Eurohandball)
Sum skilst hava tey í evropeisku hondbóltssamgonguni verið áhugaði í at fáa endaspælsdystir til eitt land sum Føroyar.
Krøvini til EM hjá monnum, í mun til pláss í høllini og so framvegis, eru heldur høg fyri Føroyar. Men har eru møguleikar at hýsa fleri dystum í endaspølum hjá kvinnum við Tjarnir.
Tað er ósannlíkt, at Føroyar vera einsamallir vertir fyri so mikið stórari kapping, har 24 lið verða við. Portalurin hevur fingið upplýst frá HSF, at man nú fer at tosa við Danmark og Svøríki um eitt møguligt samstarv.
Við hesum kundu til dømis verið tveir bólkar í Føroyum - har føroysku kvinnurnar so vera á heimavølli til eitt endaspæl.
![]()
Føroyskir hondbóltsfjepparar við Tjarnir. Tað er nú vorið eitt sindur meira sannlíkt, at endaspælsdystir verða at uppliva har í 2030'unum (Mynd: Sverri Egholm)
Talan er ikki um eina almenna umsókn, sum Hondbóltssambandið hevur sent inn - men ein slík kann gerast í næstum. Nú er áhugin staðfestur, og arbeitt verður víðari við málinum.
Føroysku kvinnurnar skulu í desember spæla sítt triðja endaspæl á rað. Talan er um EM í Póllandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald