Tað sitrar við spenningi í Meistaradeildini, nú fimm umfør eru eftir. 23. umfar, sum er tað seinasta undan landsliðssteðginum, verður spælt í dag og í morgin.
23. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Í dag, fríggjadagin 18. september
(17.15: Fótbóltsskýlið við Trygva Absalonsen, Andriasi Eriksen og Djóna Nolsøe Joensen - beinleiðis úr Gundadali)
18.30:
B36 - NSÍ (FM1)
KÍ - Skála (FM1)
Í morgin, leygardagin 19. september
15.00: Víkingur - 07 Vestur
15.30:
B68 - EB/Streymur (FM1)
HB - AB (FM1)
Umframt at vit siga frá hesum fýra dystunum, verður tikið samanum á FM1 klokkan 19.30 sunnukvøldið, tá sendingin 3. hálvleikur er á skránni![]()
Støðan í løtuni - spenningur allastaðni
Sum yvirlitið omanfyri vísir, fer FM1 at gera nógv burtur. Vit siga frá fýra dystum og taka samanum sunnukvøldið klokkan 19.30 í 3. Hálvleiki.
Byrjað verður tó við at hita upp. Hetta verður gjørt í B36-húsinum frá umleið 17.15- beint eftir tíðindini hava verið.
Tá verður Trygvi Absalonsen, sum seinni fer at siga frá B36 - NSÍ vertur. Við sær hevur hann fyrrverandi B36-liðformannin Andrias Eriksen, sum hevur vunnið fleiri FM og steypagull fyri felagið.
Hin gesturin hevur eisini vunnið FM við B36. Hann er tó glyvramaður og man tí vóna, at NSÍ vinnur í kvøld og harvið í øllum førum heldur oddasessin. Talan er um Djóna Nolsøe Joensen.
![]()
Dysturin í Gundadali hevur eisini nógv at siga fyri B36, sum jagstrar grannarnar HB og eitt evropeiskt pláss.
Í Klaksvík verður Byrnjar Jacobsen Poulsen til reiðar klokkan 18.30 saman við Kristoffuri Jakobsen. Teir fara at siga frá KÍ - Skála; einum dysti sum kann fáa stóran týdning fyri oddastríðið og botnstríðið.
Báðir dystirnir byrja klokkan 18.30 og til ber at fylgja við ovast á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald