Fótbóltur

So at siga alt uppá pláss millum HB og Mikkjal Thomassen

Sambært fleiri keldum hjá Portalurin, verður skrivað undir ein av næstu døgunum. Mest sannlíkt verður Elisabet Vang kropsligur venjari hjá HB, og lagt er upp til at Lukasz Cieslewicz verður verandi í toyminum.

Mikkjal Thomassen, her sum KÍ-venjari í Gundadali móti HB. Sum ungur spældi nú 50-ára gamli venjarin við HB (Mynd: Sverri Egholm)

Mikkjal Thomassen, her sum KÍ-venjari í Gundadali móti HB. Sum ungur spældi nú 50-ára gamli venjarin við HB (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-18 12:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Eg vil ikki úttala meg um konkret nøvn, men vit hava sum sagt tosað við møgulig venjaraevni.

Hetta segði Helga Ellingsgaard í viðmerking við Portalin, tá vit 3. september spurdu, um samband var millum HB og Mikkjal Kjartansson Thomassen. 

Sí eisini: Lukasz verður venjari árið út - HB hyggur eftir nýggjari samanseting til næsta ár

Hendan søgan hevur gingið í føroyska fótbóltsheiminum seinasta stóra mánaðin ella so. 6. september skrivaði bolt.fo, at sambært fleiri keldum hjá fótbóltsmiðlinum verður Mikkjal K. Thomassen nýggjur HB-venjari.

Síðani hevur ikki nakað verið at hoyrt, men samráðingar hava verið, og í dag kann Portalurin váttað, útfrá fleiri ymiskum keldum, at tað er so at siga alt uppá pláss millum partarnar.

Ein undirskrift og mest sannlíkt ein kunngerð væntast í næstu døgunum.

[object Object]
Mikkjal Thomassen vann fýra stór steyp við KÍ og kom víðari í Evropa fimm ferðr við felagnum, sum ikki veruliga var nær við oddin, áðrenn havnarmaðurin við klaksvíksrøtrunum varð settur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Harvið bendir alt á, at Mikkjal Thomassen vendir aftur til felagið, har hann spældi sum ungur. Og felagið hann so mangan hevur kappast ímóti síðani.

Síðani hevur hann vunnið nógv FM sum spælari og við B36 og KÍ sum venjari. Mikkjal Kjartansson Thomassen var høvuðsvenjari í Klaksvík í átta ár og fekk KÍ upp á tindin aftur.

Í 2023 varð hann settur sum venjari hjá Fredrikstad, sum hann vann næstbestu norsku deildina við. Í 2024 vóru boð eftir Mikkjali úr Stokkhólmi. Har fekk hann kappingarárið á beint hjá stórfelagnum og evropeiskt pláss í hús. Í 2025 gekst ikki eins væl, og AIK endaði samstarvið við føroyingin fyrst í januar.

Síðani hevur áhugið verið fyri Mikkjal Thomassen í nógvum ymiskum londum - nú sær næsta addressan út til at verða Gundadalur.

Elisabeth Vang aftur við 

Vit hava eisini fingið upplýst, at Elisabeth Vang mest sannlíkt verður við í toyminum sum kropsligur venjari.

Tað var hon eisini í KÍ í 2021 og 2022, í Fredrikstad og í AIK, tá Mikkjal Thomassen var . Nú kann hoyvíkskvinnan enda í HB.

[object Object]
Elisabeth Vang stendur her fyri upphiting í Fredrikstad 

Forkvinnan í HB váttaði fyri Portalinum fyrr í mánaðinum, at núverandi høvuðsvenjarin Lukasz Cieslewicz er í ætlanunum framyvir. Hann tok við, tá samstarvið við André Olsen endaði í juni.

Síðani hevur HB ikki tapt í landskappingini. Lukasz Cieslewicz spældi undir Mikkjali Thomassen í B36 í árunum 2011-2013. Hann man tí vera gott boð uppá ein hjálparvenjara í HB í 2027.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder