Vit taptu á øllum fýra borðum. Peru, sum vit telvaðu ímóti, er styrkismett nummar 65, vit 107.
Peru hevði mannað seg við einum stórmeistara og trimum altjóða meistarum. Ratingmunurin var stórur á øllum borðum, so vánirnar fyri einum jøvnum dysti vóru helst smáar.
Elias stóð seg frægast, men vit hava longu sæð nakrar ferðir, at okkara ungu telvarar missa tráðin í annars góðum støðum. Tað kann vera fjáltur, men mest sannlíkt eru tað tvørrandi royndir, ið spæla inn.
Vit eru í løtuni nummar 167 í røðini av teimum 206 londunum.
Føroyar - Peru 0 - 4
Luitjen A. Apol (2305) - GM Jorge Cori (2575) 0 - 1
IM John Rødgaard (2250) - IM Diego Flores (2398) 0 - 1
Elias Petersen (2075) - IM Steven Rojas (2387) 0 - 1
Rókur Davidsen (1988) - IM Miguel Fernandez (2369) 0 - 1
John Rødgaard tekur soleiðis saman um dystin:
Hetta var ein av minni góðu døgunum.
At tapa 4 - 0 fyri Peru kann henda, kortini kundu vit saktans fingið stig. Tó ikki eg sjálvur. Eg minnist meg ikki at hava telvað so illa sum í dag.
Luitjen vardi seg leingi væl í torførari støðu. Men trýstið harðnaði støðugt, og til endans stóð endatalvið ikki til at bjarga.
Eg fór fullkomiliga skeivur. Mótstøðumaðurin fekk onga mótstøðu.
Elias telvaði heilt væl. Tá ið mótstøðumaðurin einaferð snávaði, kundi Elias vunnið. Tað var tó ikki so lætt at síggja, hvussu tað skuldi gerast, kortini eydnaðist Eliasi at fáa góða støðu. Men í 31. leiki setur hann eina finnu í deyða, og eftir tað var endatalvið tapt.
Rókur kom í sínum fyrsta landsdysti at standa í so kroystur í einum afturlatnum sisilianara. Hann kom í neyð av finnunum, ið vórðu ov leysar og veikar. Teldan sigur, at støðan kundi verið bjargað, men til tað kravdist óvanliga kreativur teknikkur í endatalvinum.
Vit mugu bara herja á aftur...
Einasti uggin var, at bussflutningurin gekk betur í dag enn hinar dagarnar.
Móti Surinam
Føroyar telva í fjórða umfari í dag móti Surinam, sum er styrksimett nummar 147. Á føroyska liðnum í dag eru Luitjen, Jón, Elias og Rókur. John Rødgaard hevur frí.
Vit hava einaferð telvað móti Surinam. Tað var í 1982, og tá endaði dysturin javnur 2 - 2.
Dystirnir í fjórða umfari á talv-OL í dag byrja klokkan 11 fyrrapartin.
Talvsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald