Hálvfinalurnar í World Trial - HM fyri seyðahundar - vóru í gjár, har 42 teir bestu hundarnir frá innleiðandi umførunum kappaðust um 16 pláss í finaluni.
Kappingin var á breyt 1, og gekk fyri seg á sama hátt sum innleiðandi kappingarnar. Tó varð rikið mótsættan veg í “drivinum”, og fimm dómarar dømdu. Hvør dómari hevur 110 stig at geva.
David Cole og “Aristos Juno” úr Onglandi vunnu kappingina, við 472 stigum, skrivar Seyðahundasamband Føroya.
Einans eitt umboð úr norðanlondum megnaði at náa finaluni. Anna Edbom og “Dánakims Sky” fingu 434 stig og tað gav eitt 9. pláss.
Á breyt 3 var fyrsta “Brace” kappingin í World Trial søguni. Talan er um eina kapping, har mann brúkar tveir hundar samstundis. Tá eru 10 seyðir og tvær rættir.
Tað var David Kevin Evans við “Kemi Ids” og “Valley View Dan”, sum vunnu heimsmeistara heitið í Brace.
Á breyt 2 var innleiðandi kapping um unglingaheimsmeistaraheitið, tey eru undir 21 ár. 3 unglingar vunnu seg í finaluna. Hon verður í døgurasteðginum í finaluni hjá teimum vaksnu.
Føroyar luttaka ikki í Brace og unglingakappingini, skrivar Seyðahundasamband Føroya.
Finalan byrjaði tíðliga í morgun, og umleið kl 18:00 verður avdúkað hvør er heimsmeistari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald