Hondbóltur

Eiðismenn hava vunnið fyrsta dystin í bestu deildini í nýggjari tíð

EB vann tættan dyst móti Team Klasvík - kvinnurnar vunnu eisini á klaksvíksliði.

2026-09-20 19:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í bestu mansdeildini í hondbólti og ein dystur í bestu kvinnudeildini eru spældir í dag.

Sum væntað vann H71 í Vestmanna og kyndilsmenn á Skála.

Talan gjørdist um serligan góðan dag hjá EB, tí bæði kvinnur og menn vunnu. Í báðum førum var talan um sigur á liði úr Klaksvík.

Kvinnurnar hjá EB vunnu greiðan sigur á Stjørnuni, har serliga verjuparturin varð týðandi. Maria Fisker Stockholm var aftur toppskjútti, við átta málum, tá EB vann 26-13. Talan var um annan sigurin á rað hjá teimum av Eiði og úr Sundalagnum.

Hjá mansliðnum var talan um fyrsta sigurin í bestu deildini í nýmótans hondbólti. EB var omaná í 1. hálvleiki og helt tvey-máls leiðsluna í tætta dystinum móti Team Klaksvik. Harvið ein stórur dagur við Streymin.

Allir dystir í bestu kvinnu- og mandeildini síggjast á Portal Play.

Úrslit í dag

Kvinnur: EB-Stjørnan 26-19 (10-7)
Dómaraseðil

[object Object]

Menn: EB-Team Klaksvík 23-21 (10-10)
Dómaraseðil

Menn: VÍF-H71 27-41 (14-22)
Dómaraseðil

Menn: StÍF - Kyndil 28-33 (15-15)
Dómaraseðil

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder