Á sumri 2023 fór Elias Ellefsen á Skipagøtu til THW Kiel eftir eina ógvuliga væleydnaða tíð í svenska IK Sävehof.
Tíðin í ynskifelagnum hjá ungu føroysku stjørnuni hevur verið upp og niður: Stórir dystir í Champions League, Final 4 fyrsta árið, fleiri løtur sum stórur álopskendur profilur og millum toppskjúttarnar í Bundesliguni, men tíverri eisini skaðar, ein venjari/leikháttur sum ikki altíð hóskaði til Elias og sum heild sveiggjandi úrslit hjá liðnum.
Sáttmálin millum partarnar gongur út næsta ár, og seinastu tíðina hevur ligið í luftini, at framtíðin hjá 24-ára gamla hoyvíkinginum fer at liggja aðrastaðni.
Onnur lið í Bundesliguni, so sum Gummersbach og Rhein-Neckar Løwen, hava ligið framvið og verið møguleikar. Sum skilst hevur áhugi eisini verið úr ungarska stórfelagnum Veszprem.
Men fyrr í kvøld skrivaði danska TV2, at Aalborg er nær við at fáa fatur á "føroyska stjørnuspælskiparanum". Hetta skal, sambært miðlinum vera enn ein "handil á hægstu hill" hjá Aalborg Håndbold og ein styrkur í royndini at vinna Champions League. Heimasíðan tv2.dk skrivar, at Aalborg skjótt kann almannakunngerða avtaluna.
![]()
Elias móti Óla og GOG sum her til Wenzel Nordic Cup? Jú, uttan so at Óli Mittún skiftir næsta summar, so bendir alt á tað (Mynd: Jens Kr. Vang=
- Ógvuliga nær við at vera uppá pláss
Portalurin hevur seinastu tíðina tosað við fleiri keldur í og kring hondbóltsheimin í Norðurevropa. Tað hevur verið óvist, hvønn veg tað fór hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, men vit hava nú eisini fingið váttað hetta:
Alt bendir á eitt skifti til Aalborg Håndbold.
Fyrr í vikuskiftinum fingu vit upplýsingar um, at eitt sáttmálauppskot var komið úr Aalborg, og sambært okkara keldum er tað mesta nú uppá pláss.
Harvið kann Elias Ellefsen á Skipagøtu enda sum ein avloysari fyri Juri Knorr, sum eftir øllum at døma skal til PSG næsta summar.
Aalborg hevur sett seg á danskan hondbólt og hevur millum annað Niklas Landin og Thomas Arnoldssen á liðnum. Aalborg var í Final Four í Champions League í fjør og í finaluni í 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald