Fótbóltur

Video: - Havi havt ein kross í kalendaranum til landsliðið leingi

Vit kunnu vinna á øllum í hesum bólkinum, heldur Andrias Edmundsson. - Gott nokk ikki tey mest sexy londini vit spæla ímóti men eru øðiliga spentur uppá, hvat vit sjálvur megna, sigur Hellas Verona-liðformaðurin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-09-22 14:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF-Varpið: Manslandsliðið er farið undir fyrireikingarnar til fyrstu dystirnar í UEFA Nations League. Aftaná venjingina mánadagin fekk FSF Varpið orðið á Andrias Edmundsson, sum ætlar sær at spæla við um tey stuttligu plássini í bólkinum.

Føroyska A-landsliðið við monnum hevði seinnapartin mánadagin sína fyrstu samling undan teimum fýra UEFA Nations League-dystunum, sum standa fyri framman.

Myndir: Fyrsta venjingin á Tórsvølli

Frá 26. septembur til 6. oktobur skal landsliðið nevniliga spæla tveir heima og tveir útidystir. Síðstu dystirnir í bólkinum verða spældir í novembur mánað.

Her er skráin fyri langa landsliðsvindeygað

Millum spælararnar í hópinum er Andrias Edmundsson, ið dagliga spælir við Hellas Verona FC í Italia. Miðverjin er fegin um aftur at vera partur av landsliðshópinum og sær fram til nýggju kappingina.

– Vit fara sjálvandi eftir at fáa so nógv stig sum gjørligt, og vónin er at vera við í kappingini um tey stuttligu plássini, sigur Andrias.

Hávaksni verjuspælarin hevur góðar vónir til føroyska liðið - er spentur uppá hvat man megnar at vísa - og trýr upp á, at Føroyar kunnu gera vart við seg í komandi dystum.

Í nýggju UEFA Nations League-kappigini eru Føroyar í bólki C3, saman við Kasakstan, Slovakia og Moldova.

Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder