Lutakastið til 2. umfar í EHF European Cup Men hevur verið í Wien í dag.
Kyndil og VÍF vóru við í 1. umfari men taptu rímiliga greitt samanlagt - bæði spældu eisini báðar dystirnar á útivølli móti liðum úr væl sterkari deildum enn tí føroysku.
Vestmenningar vóru í Kroatia, og nú er greitt, at H71 skal spæla ímóti júst sama mótstøðuliði í 2. umfari í oktober: MRK Trogir.
Eitt annað serstakt er, at H71 og MRK Trogir eisini hittust á hesum staðnum í triðsterkastu evropeisku kappingini í 2023.
Tá vórðu báðir dystirnir spældir í Kroatia, H71 hevði ógvuliga ungt lið, og báðir endaðu 29-22 til heimaliðið. Harvið samanlagt 14 mál á muni.
Hjá VÍF og Trogir vóru samanlagt níggju mál á muni fyrr í mánaðinum, men VÍF var leingi væl við í seinna dystinum.
Hoyvíkingar eru vegna styrkismeting beinleiðis í 2. umfari, og greipuvinnararnir burdu havt ein betri møguleika móti MRK Trogir hesaferð. Tað er eitt greitt mál hjá stóru FM-favorittunum at standa seg væl í Evropa, og hetta man metast sum eitt hampiligt lutakast.
H71 stendur at hava heimavøll 17./18. oktober, meða seinni dysturin stendur at vera í Kroatia eina viku seinni. Oftast velja liðini so tíðliga í kappingini , av fíggjarligum og praktiskum ávum, at smekka dystirnar saman til eitt vikuskifti, har heimaliðið síðani rindar ymiskar útreiðslur fyri útiliðið.
Soleiðis verður mest sannlíkt eisini hesaferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald