Fridrikka Maria Clementsen skifti síðsta vetur úr HB til ÍBV í bestu íslendsku deildini. Og sandskvinnan er vorðin fastur og týðandi spælari hjá liðnum av Vestmannaoyggjunum.
Hon byrjar inni hvørjaferð og leggur fleiri og fleiri málstig afturat í spælinum.
Síðsta vikuskifti gekk tað útyvir Throttur, sum vitjaði á Vestmannaoyggjunum. Fridrikka Clementsen legði upp til 2-1 málið við framúr sending í dýbdina, og setti væl fótin á og skoraði til 3-1 stutt seinni.
Sí málini í videobrotinum ovast - frá 1.26 - élla á Youtube
Avrikið hjá dugnaliga føroyinginum var so mikið sannførandi, at hon kom á íslendska vikuliðið.
![]()
Her eru vikuliðið fyri 19. umfar í "Besta deild kvenna" (Mynd: Besta Deild)
Fridrikka Clementsen var eisini á vikuliðnum fyrr í mánaðinum, tá hon skoraði móti oddaliðnum Breiðablik.
23-ára gamli miðvallarin av Sandi hevur skorað fýra mál í ár, og ÍBV liggur á 3. plássi, nú fýra umfør resta í.
ÍBV-spælarin er vanliga við landsliðnum, men Fridrikka fær frí til venjingardystirnar móti Andorra í oktober. Hon er ikki á listanum, sum varð kunngjørdur í dag. Sum skilst verður mett, at tað er best at Fridrikka Clementsen hvílir, tí hon hevur eisini í seinastuni verið nakað darvað av knæðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald