Fótbóltur

HB kunngjørt Mikkjal Thomassen

HB hevur høvuðsvenjaran uppá pláss næstu trý árini. Hann heldur at HB hevur stórt potentiali, sum partvíst er óforloyst.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-09-22 23:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sum Portalurin skrivaði fyrr í kvøld, so er Mikkjal Thomasen uppá pláss sum nýggjur venjari í HB.

Hetta hevur felagið nú kunngjørt.

- HB hevur verið so spennandi í hesum umfarinum. Tá eg havi gjørt alt upp, so havi eg følt, at hetta projektið er meiningsfult. Stórt potentiali, sum partvíst er óforloyst. So tað er nógv í mær sum tendraði uppá tað, sum HB ætlar sær í gongd við nú, sigur Mikkjal Thomassen í longri videobroti, sum felagið hevur lagt út.

- Eg hopi fyrst og fremst, at spælararnir fara at standa eftir við at hetta verður ein meiningsfull tíð, rík tíð, lærurík tíð, sum man fer at minnast aftur á.

- Eg havi høgar standardir í mun til tað, sum vit fáast við, tí eg trúgvi, at einasti mátin tú kanst menna teir allar bestu í fótbólti er, at hava eina mentan sum setur høgar standarnir, sigur Mikkjal Thomassen millum annað.

Sáttmálin millum Mikkjal Thomassen og HB er galdandi í trý ár.

Les eisini: Sáttmáli gjørdur millum HB og Mikkjal Thomassen


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder