Annað

Føroyingar fluttu seg 81.018.307 metrar í síðstu viku

Fyrsta Ítrótta- og rørsluvikan fekk eina flúgvandi byrjan. Málið var at koma nakrar ferðir kring føroysku strandarlinjuna, ið er 1.291.557 metrar long. Vit komu heili 62 ferðir runt, og hetta er meira enn tvær ferðir jørðina runt.

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2026-09-23 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyar hava júst havt sína fyrstu Ítrótta- og rørsluviku, har dentur serliga varð lagdur á at fáa arbeiðspláss við, og leiðarar vórðu tí eggjaðir til at skipa fyri ymsum rørsluátøkum fyri starvsfólkini.

ÍSF, sum er ein av fyriskiparunum av ítrótta- og rørsluvikuni, sigur, at undirtøkan hevur verið ómetaliga góð, tí heili 165 arbeiðspláss luttóku.

Talan er um alt frá skúlum, stovnum, kommunum og privatum fyritøkum, og fólk vóru virkin kring alt landið.

– Vit stórfegnast um, at so nógvir leiðarar og arbeiðspláss veruliga settu rørslu á dagskránna, sigur ÍSF.

Hesa vikuna hava 21.633 fólk skrásett rørslumetrar, og fluttu tey seg 81 milliónir metrar í felag. Hetta svarar til, at hvør føroyingur hevur flutt seg 1,5 kilometrar.

– Vit eru øll tilvitað um gagnligu árinini av at røra okkum, men hetta merkir ikki, at vit eisini gera tað. Endamálið við vikuni var tí at varpa ljós á, at tað kann vera ómakaleyst og stuttligt at hava eitt sindur av rørslu við í gerandisdegnum. Vit hava hoyrt og sæð so nógv stuttligt og kreativt. Smíl og sveitta og felagsskap. Stóra takk fyri hetta, sigur ÍSF.

ÍSF hevur skipað fyri rørsluvikuni í samstarvi við Heilsustýrið og Heilsu- og orkumálaráðið, og ætlanin er at endurtaka vikuna næstu árini.

– Hóast vit vita, at ein vika í rørslu faktiskt ger mun í sjálvum sær, so er stóra málið, at átakið skapar ringar í vatninum, sum hava ávirkan alt árið. Tí fara vit næstu árini at byggja uppá, soleiðis at vit fáa enn fleiri vinklar á rørslu í dagsins samfelag. Stóra málið er, at rørsla gerst ein púra natúrligur partur av gerandisdegnum hjá stórum og smáum, soleiðis, at hópurin av rørsluførum føroyingum støðugt veksur.

Marita Debes Magnussen, aðalskrivari hjá ÍSF takkar fyri, at røsluvikan fekk eina flúgvandi byrjar.

- Nú ræður um hjá øllum at halda fast og gera rørslu til ein fastan part av gerandisdegnum – ikki bara, tá ið rørsluvikan er, sigur hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder