FSF Varpið: Hann hevur verið miillum stuðulsspælararnar á føroysku ungdómslandsliðunum, í august í fjør skifti hann barndómsfelagið B36 út við Västerås SK, sum spælir í bestu deildini í Svøríki, og í farnu viku var hann fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið.
Talan er um 20 ára gamla havnadrongin, Mattias Johnnysson Hellisdal.
Les eisini: Mattias Hellisdal er spildurnýggjur á A-landsliðnum
Mattias er partur av hópinum hjá Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen, sum frá 26. septembur til 6. oktobur skal spæla fýra UEFA Nations League dystir. Tann fyrsti er leygardagin klokkan 17:00, tá Føroyar og Kasakstan møtast á Tórsvølli.
Hópurin fór av álvara undir fyrireikingarnar mánadagin, og áðrenn venjingina seinnapartin týsdagin fekk FSF varpið orðið Mattias Hellisdal, sum gleðir seg til eina spennandi og drúgva landsliðsskrá.
Sí samrøðuna ovast
Sí eisini: Video: - Havi havt ein kross í kalendaranum til landsliðið leingi
----------------------------------------------
Dystarskráin:
26. september
Føroyar – Kasakstan (Tórsvøllur / kl. 17:00)
29. september
Moldova – Føroyar (Chisinau / 17:00)
2. oktober
Føroyar – Slovakia (Tórsvøllur / 19:45)
6. okt.
Kasakstan A – Føroyar A (Astana / 15:00)
Allar tíðir eru føroyskar - tvey tey seinastu umførini í bólkinum verða spæld miðskeiðis í november
Hópurin hjá A-landsliðnum til fyrstu fýra dystirnar í Nations League
Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
Ari í Haraldsstovu Petersen, ÍBV (Ísland)
Verjuspælarar:
Gunnar Vatnhamar, Vejle (Danmark)
Andrias Edmundsson, Hellas Verona (Italia)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Chukwudi, SV Reid (Eysturríki)
Heini Vatnsdal, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Mjällby AIF (Danmark)
Ási Dam, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Miðvallarar:
Géza Dávid Turi, Grimsby Town FC (England)
Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøríki)
Emil Weihe Joensen, NSÍ Runavík
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Hanus Sørensen, NK Aluminij (Slovenia)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki)
Poul Kallsberg, Hillerød (Danmark)
Áleyparar:
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Adrian Rúnason Justinussen, AC Horsens (Danmark)
Jørgen Nielsen, Víkingur - upprunaliga Páll Andrasson Klettskarð
Les eisini: Jørgen Nielsen avloysir skadda Páll Klettskarð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald