Fótbóltur

Eyðmýkjandi atburður í HM-dysti

Alex Morgan skoraði fimm mál, tá USA vann 13-0 á Teilandi.

Alex Morgan (t.v.) hevur skorað eitt av sínum fimm málum (Mynd: EPA)

Alex Morgan (t.v.) hevur skorað eitt av sínum fimm málum (Mynd: EPA)

2019-06-12 10:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eins og vit í bestu kvinnudeildini í Føroyum stundum kunnu uppliva stórsigrar, so er sama eisini galdandi fyri heimsins bestu landslið.

Í løtuni verður HM kapping fyri kvinnur spæld í Fraklandi. Og tá í USA og Teiland í gjár hittust í fyrsta umfari í bólki F vóru fleiri met sikin, tá USA vann ikki minni enn 13-0. Amerikanski liðskiparin, Alex Morgan, skoraði fimm av málunum, og slíkt er ikki hent í HM dysti fyrr.

Eftir stórsigurin vóru tað tó fleiri, sum ikki hildu tað vera sømiligt at góðu amerikansku fótbóltskvinnunum at fegnast um hvørt einasta av teimum 13 málunum, sum tær gjørdu.

Ein teirra var Clare Rustad, sum hevur spælt 45 A-landsdystir fyri Kanada.

- USWNT (amerikanska kvinnulandsliðið, -red.) vísti vánaligan ítróttaranda tá tær fagnaðu fleiri av teimum 13 málunum, tær fingu móti liðnum, sum er styrkismett nummar 34 í heiminum. Tit eru millum heimsins bestu lið – so tit áttu eisini at uppført tykkum sum slíkt, skrivaði hon millum annað á Twitter.

Størsti HM-sigurin hjá USA higartil var á 7-0 móti Taivan í 1991.

Eisini einn annar kanadiskur fyrrverandi landsliðsleikari hevðist at amerikansku kvinnunum.

- Tað var pínligt. Tað eru børn, sum eisini síggja hetta, og so at fagnast soleiðis um mál 8, 9 og 10. Eg segði undan dystinum, at tað hevur týdning at fáa nógv mál í hesi kappingini, tí tey kunnu vera avgerandi í síðsta enda. Men mátiskal vera við.

Eisini ein mannligur fyrrverandi amerikanskur landsliðsleikari hevði fingurin á lofti:

- At fegnast soleiðis yvir mál nummar níggju, gevur mær ein ringan smakk í munnin, skrivaði Taylor Twellmann á Twitter.

Men Alexi Lalas, eisini fyrrverandi mannligur landsliðsleikari, var ikki samdur:

- Tað er ikki teirra skyld, at tær spæla móti einum so vánaligum liði. USA er ikki her fyri at skapa vinarbond, men fyri at vinna heimsmeistaraheitið, skrivar hann.

USA liggur á odda í bólki F saman við Svøríki, sum fyrr í gjár vann 2-0 á Kili. 

[object Object]
Amerikanskur fagnaður (Mynd: EPA)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder