FSF: Í síðstu viku var nógvur steypafótbóltur á Tórsvølli. Síðstu vikuna, síðani mikudagin 16. september, hava B36, Skála og HB vunnið hvør sín steypasigur, meðan KÍ hevur vunnið tvær.
Tann seinasta av steypafinalunum var á Tórsvølli leygarkvøldið, tá HB leingi var á veg at vinna Løgmanssteypið hjá kvinnum. Men KÍ vildi tað øðrvísi og vann 17. steypið í søguni - á nærum ótrúligan hátt.
Birita Ryan og Durita Hummeland skoraðu flott mál í yvirtíðini, 3-2 og sigursrómur á klaksvíkskvinnum.
Myndir: KÍ vendi øllum og vann steypagull
Sanna Svarvadal: - Helt hetta fór at vera ein slíkur dagur har einki riggar (Video)
——————
Mikukvøldið vunnu B36 kvinnurnar minnu steypakappingina hjá kvinnum. Í finaluni møttust B36 og Skála, og úrslitið gjørdist ein tepur 2-1 sigur til árstalsfelagið úr Havn.
Ragnhild Magnusson legði B36 á odda tá ein hálvur tími var spældur, og seks minuttir fyri leiklok økti Livyan Silva um leiðsluna.
Lilja Dam Jacobsen minkaði um munin lítla løtu seinni, men nærri komu skálakvinnurnar ikki, og harvið endurvann B36 minnu steypakappingina hjá kvinnum.
Aftaná dystin varð Ragnhild Magnusson kosin til dagsins spælara.
Myndir frá finaluni í minni styepakappingini
——————
Hóskvøldið var finalan hjá U21 ímillum Skála og AB á skránni. Argjamenn løgdu fyri sum eitt óløgi, og tá eitt stórt korter var spælt hevði Heðin Olsen lagt AB á odda bæði 1-0 og 2-0.
Men sum fráleið ressaðust skálamenn. Beint fyri steðgin minkaði Sebastian Larsen um munin, og í seinni hálvleiki syrgdi dagsins maður, Elias Justinus Begerau fyri, at Skála at enda vann 3-2.
Les eisini: U21: Skála vendi tingunum og fór avstað við steypunum
——————
Leygardagin vórðu finalurnar hjá U13 dreingjum og U13 gentum spældar.
Hjá dreingjum vann KÍ 2-1 á B36. Jonn Sigurd Bjarnason legði B36 á odda tá sjey minuttir vóru spældir, men áðrenn hálvleik vendu klaksvíkingar dystinum. Fyrst javnaði Jóas Kjartansson Hansen til 1-1, og fýra munuttir fyri steðgin skoraði Rókur Vágstún sigursmálið fyri teir kongabláu.
Aftaná dystin tók Jóas Kjartansson Hansen ímóti heiðurinum sum dagsins spælari.
Myndir frá finaluni hjá U13-dreingjum
——————
Seinasta ungdómsfinalan varð spæld tíðliga seinnapartin leygardagin, tá U13 genturnar hjá HB og KÍ fóru á vøllin.
Tað vóru bara spældir tríggir minuttir, tá Lea á Líknargøtu legði HB framum 1-0, og hetta skuldi eisini vísa seg at gerast einasta málið í dystinum.
Aftaná varð Vár Magnusardóttir Jakobsen hjá HB vald til dagsins spælara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald