Fótbóltur

Ivamál um nær mótstøðuliðið hjá Føroyum kann lenda

Øll vanlig flogferðsla í Vágum í dag er avlýst, tó at eitt flogfar úr Astana enn stendur á yvirlitinum hjá Vága Floghavn. Í morgin sær heldur einki serligt út.

2026-09-24 10:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin klokkan 17 skulu Føroyar og Kasaskstan spæla fyrsta dystinum í nýggju Nations League-kappingini á Tórsvølli.

Men beint nú er ivamál, nær útiliðið verður í landinum. Ringa veðrið í dag ávirkar alla flogferðsluna.

Sí eisini: Illveður: Øll flogferðsla avlýst í dag

Millum flogførini, sum skuldu seta seg í Vágum í dag er eitt hjá Scat Air, ið skuldi koma úr Astana og eftir ætlan skuldi lenda í Vágum klokkan 18.00.

Tað stendur ikki sum avlýst ella útsett á yvirlitinum, men sum vit skrivaðu fyrr í morgun, verður eingin flúgving umvegis Vága Floghavn restina av degnum.

Talan er um nógvan vind, av keðiligari "flogætt". Hóast hann snarar nakað í morgin, verður framvegis nógvur miðalvindur til út á fríggjakvøldið.  

sí veðrið her

Fótbóltssamband Føroya hevur sum skilst onga kunning fingið úr Kasakstan um, nær man nú kann vænta mótstøðuliðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder