Annað

Frálíkur sigur á Uruguay

Føroyingar vunnu 2½-1½ á Uruguai í gjár og liggja nú sum nummar 91 av teimum 207 londunum í talvolympiaduni. Í dag verður telvað móti Meksiko.

Føroyska talvlandsliðið á útferð í Usbekistan. F.v.. Luitjen Akselsson Apol, Rókur Davidsen, Hjalti Petersen, liðleiðari, Elias Petersen, Jón í Horni Nielsen og John Rødgaard. Jón og John máttu smoyggja okkurt klæði yvir beru beinini, áðrenn teir stigu inn í Shah-i-Zinda halgidómin

Føroyska talvlandsliðið á útferð í Usbekistan. F.v.. Luitjen Akselsson Apol, Rókur Davidsen, Hjalti Petersen, liðleiðari, Elias Petersen, Jón í Horni Nielsen og John Rødgaard. Jón og John máttu smoyggja okkurt klæði yvir beru beinini, áðrenn teir stigu inn í Shah-i-Zinda halgidómin

2026-09-24 12:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eydnaðist óvæntað Føroyum at vinna  á Uruguay í sjeynda umfari í gjár á talvolympiaduni í Usbekistan. John Rødgaard og Elias Petersen vunnu, Jón í Horni Nielsen telvaði javnt, og Luitjen Akselsson Apol tapti.

Hetta man vera lutfalsliga besta úrslit hjá Føroyum í kappingini. Uruguay er styrksimett nummar 63, Føroyar nummar 107. 

Men tað gjørdi sjálvandi mun, at týski stórmeistarin, Georg Maier, sum røkir 1. borð hjá Uruguay, fekk sær frí í gjár.

Góðu hagøtlini hjá Føroyum móti Uruguay á talv-Ol standa tí við. Hetta var fjórði dysturin landanna millum, og vit eru framvegis ósigraðir. Tveir javnleikir og tveir føroyskir sigrar er úrtøkan higartil.

Og so eydnaðist okkum fyri fyrstu ferð á hesari olympiaduni at vinna tveir dystir á rað. Vit hava tí vunnið okkum inn á topp 100! Eftir sjeynda umfar eru Føroyar nummar 91 í røðini av teimum 206 liðunum í kappingini.

Føroyar - Uruguay 2½-1½

Luitjen Akselsson Apol (2305) - IM Vazquez (2411) 0-1
IM John Rødgaard (2250) - IM Rodi (2224) 1-0
Jón í Horni Nielsen (2078) - IM Roselli (2311) ½-½
Elias Petersen (2075) - Elena (2132) 1-0

Føroyar hava nú 8 stig (dystarstig - 2 stig fyri vunnan dyst, og eitt stig fyri javnan dyst). Sama hava eisini Norra og Danmark. Hinir norðurlondini – Svøríki, Ísland og Finnland – hava 9 stig.

Grønland, sum luttekur á fyrsta sinni, hevur 4 stig fyri fýra javnleikir. Grønland hevur telvað javnt 2-2 móti Guernsey, Gabon, Burkina Faso og Amerikansku Moyaoyggunum (US Virgin Islands) sum eru gomlu donsku vesturindisku oyggjarnar, sum Danmark seldi USA í 1917. Grønland er í løtuni nummar 176 í kappingini.

Í oddanum heftir ikki fyri hjá Usbekistan. Teir vunnu aftur í dag týðandi lykladyst, hesaferð 3-1 á Kina. Heimaliðið hevur sum hitt einasta av øllum fult stigatal framvegis.

Usbekistan er styrkismett nummar trý, men higartil hevur eingin staðið teimum kurl. Favorittarnir USA fáa tað ikki at sita. Teir eru favorittar hvørja ferð, men vinna næstan aldrin. Nakamura hevði kunnað verið teimum góður styrkur, men hann fæst ikki at telva á amerikanska landsliðnum. Men USA er favorittur kortini uttan hann. 

Dystirnir á fremstu fimm borðunum í gjár endaðu so:

Usbekistan - Kina 3-1
USA - Armenia 2-2
India - Ongland 2½-1½
Týskland - Turkaland 3-1
Holland - Bulgaria 3½-½

Meksiko í dag

Í dag telva Føroyar móti Meksiko. Teir eru styrkismettir nummar 73, og hava miðalstyrkitalið 2328. 

Føroyar hava einaferð telvað móti Meksiko á olympiadu. Tað var í Sibiria í 2010. Tá eydnaðist Føroyum at fáa ein flottan 2-2 javnleik móti munandi sterkari liði enn tí, sum Meksiko hevur hesaferð. Tá mannaðu fýra stórmeistarar við 2550 sum miðalstyrkitali meksikanska landsliðið. John Rødgaard vann á øðrum borði, meðan Helgi Dam Ziska og Olaf Berg telvaðu javnt á fyrsta og triðja borði ta ferðina.

Á føroyska liðnum í dag telva Luitjen Akselsson Apol, John Rødgaard, Jón í Horni Nielsen og Rókur Davidsen.

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum higartil er hendan:

Luitjen Akselsson Apol 3/7
John Rødgaard 3/6
Jón í Horni Nielsen 2½/6
Elias Petersen 3/6
Rókur Davidsen ½/3 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder