Fótbóltur

Serligur dystur fyri Bjartalíð - Eg royni at gera mítt

Klaksvíkingurin spælir dagliga í Kasakstan, og nú koma spælarar, hann kennir eitt sindur til, at vitja í illfýsna føroyska veðrinum. - Fantastiskt at vera heima staðfestir 30-ára gamli miðvallarin, sum eisini er til reiðar til deyðbóltar, nú Árni Frederiksberg ikki er við longur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-09-24 22:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF-Varpið: Fyri ein av føroysku spælarunum verður landsdysturin leygardagin nakað heilt serligt. Seinasta árið hevur Jóannes Bjartalíð nevniliga spælt fyri kasakiska felagið, FC Kyzylzhar.

Sí eisini: Úr Kasakstan til Føroyar at spæla ímóti Kasakstan

Aftaná venjingina hósdagin fekk FSF varpið orðið á klaksvíkingin, sum er sera fegin um at vera aftur í Føroyum og saman við landsliðnum.

Hoyr samrøðuna ovast her ella á Youtube

Les eisini: Ætla at lenda fríggjamorgunin - spæla móti Føroyum leygardagin

Áki Samuelsen: - Hevði ikki sagt nei takk til eitt pláss í byrjanaruppstillingini

Føroyar og Kasakstan spæla á Tórsvølli leygardagin 26. September klokkan 17. Talan er um 1. umfar í Nations League-bólkinum - fýra dystir skulu spælast innan ellivu dagar. Portalurin og FM1 fara at gera nógv burturúr - í Føroyum og í fjarskotnum londum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder