Fótbóltur

U21: Spæla á útivølli móti aftasta liðnum í bólkinum

Dysturin í Estlandi byrjar klokkan 17 føroyska tíð og sæst í Televarpinum, umframt at til ber fylgja við ovast á Portalinum.

Teir fyrstu ellivu hjá Føroyum í dystinum móti Estlandi í juni í fjør, tá Føroyar vunnu 2-1. Onkrir av hesum eru ikki við hesaferð (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Teir fyrstu ellivu hjá Føroyum í dystinum móti Estlandi í juni í fjør, tá Føroyar vunnu 2-1. Onkrir av hesum eru ikki við hesaferð (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2026-09-25 10:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U21-landsliðið byrjaði undankappingin til EM 2027 móti Estlandi í juni í fjør, og seinasta landsliðsvindeygað í hesari undankappingini byrjar móti Estlandi.

- Tað var ein ógvuliga tættur dystur við Djúpumýru, har Estland var á odda. Sjálvt um teir eru aftast í bólkinum, er talan um dugnaligar spælarar. Teir flestu spæla í bestu estisku deildini, so tað verður spenanndi, hvussu tað "matchar". 

Hetta vísti Ólavur Mikkelsen á í samrøðu við FSF-Varpið undan fráferð.

Video: - Vit ætla okkum at vinna og vænta tað eisini

Ólavur Mikkelsen verður eisini ígjøgnum í tíðindunum á FM1 klokkan 12.

Síðani týsdagin hava venjararnir og spælararnir fyrireika seg í Estlandi. Í dag klokkan 17.00 føroyska tíð fer dysturin í gongd í Parnu.

Dysturin sæst á Rás1 í Televarpinum - til ber eisini at fylgja við ovast á Portalinum

Støðan í bólkinum - tvey tey fremstu koma til EM-endaspælið
1. Frakland 16 stig
2. Sveis 14 stig
---------------------
3. Ísland 11 stig
4. Føroyar 9 stig
5. Luksemborg 4 stig
6. Estland 2 stig

-------------------------------------------------

Áki Samuelsen og Mattias Hellisdal eru hesaferð við A-landsliðnum.

Sí eisini: Fleiri nýggir og ungir bjóða seg fram í føroyska landsliðshópinum

U21-Hópurin: 

Málverjar: 
Hans Jákup Arngrímsson, Skála
Sámal á Steig, 07 Vestur

Verjuspælarar:
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Sjúrður Henriksen, AB
Bjarti Thorleifsson, Skála
Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Jákup Norðoy Vilhelmsen, Víkingur
Jónas Prior, 07 Vestur
Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn

Miðvallarar
Jógvan Kárason Gullfoss, B36
Dávid Biskopstø Andreasen, B36 Tórshavn
Árni Nóa Atlason, Vendsyssel FF (Danmark)
Arnór Brandsson, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, HB Tórshavn
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Marjus Nón, B68 Toftir
Jón Steingrímsson, AB Argir
Jákup Pauli Frederiksberg, Skála

Áleyparar:
Aron Benjaminsen, Hearts (Skotland)
Dávid Reynheim, KÍ Klaksvík

Av hesum eru Sámal á Steig, Arnór Brandsson, Jákup Pauli Frederiksberg, Sjúrður Henriksen og Jón Steingrímsson nýggir á U21-landsliðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder