- Tað er spell, at Páll ikki er nóg birgur at vera við. Men Jørgen kann nøkulunda tey somu tingini, og annars eru allir í hópinum væl fyri. Tað er gott, at kasakar lendu í dag. Vit hava yvirhøvur ikki tørv á umrøðuni, og at tann óvissan skal fylla. Og Føroyar hava sum so heldur ikki tørv á umdømuinum, at tað er so trupult at koma her til altjóða dystir.
Soleiðis segði Eyðun Klakstein á dagsins tíðindafundi, tá Aldan spurdi um tað, at Jørgen Nielsen er komin inn í hópin fyri Páll Klettskarð, og hvat tað merkti, at hópurin í Kasakstan lendi seinkaður í morgun.
FM1 tosaði eisini við landsliðsvenjaran beint eftir tíðindafundin:
Eyðun Klakstein: Ein nýggj støða - men skulu byggja á tað góða frá í fjør
Føroyska liðið vandi síðani í góðveðrinum og var hetta seinasta venjing undan fyrsta Nations League-dystinum, sum verður móti Kasasktan leygardagin 26. september klokkan 17.00.
FM1 og Portalurin gera nógv burturúr - vit senda og blogga á Tórsvølli frá klokkan 15.30 í morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald