Hondbóltur

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur skrivað undir sáttmála við Aalborg

Hetta hevur Portalurin fingið váttað. Føroyski spælskiparin verður kunngjørdur hjá donsku meistarunum skjótt.

Vit kunnu ikki endaliga staðfesta sáttmálalongdina, men summar keldur vilja verða við, at talan er um minst trý-ára avtalu - tað vil siga, at avtalan verður galdandi til umleið 2030. Elias á Skipagøtu skiftir næsta summar (Mynd: Sverri Egholm)

Vit kunnu ikki endaliga staðfesta sáttmálalongdina, men summar keldur vilja verða við, at talan er um minst trý-ára avtalu - tað vil siga, at avtalan verður galdandi til umleið 2030. Elias á Skipagøtu skiftir næsta summar (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-26 11:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku kundu fleiri miðlar, millum annað vit, frá góðum keldum skriva, at ein føroysk landsliðsstjørna var á veg til donsku meistararnar.

Keldur: Elias Ellefsen á Skipagøtu skal til Aalborg næsta summar

Nú kunnu vit staðfesta, at ein avtala er uppá pláss millum Aalborg og Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Fleiri keldur í norðurevropeiska hondbóltsheiminum fortelja, at partarnir hava skrivað undir, og at Aalborg Håndbold fer at almannakunngerða 24-ára gamla hoyvíkingin skjótt.

Vit kunnu ikki endaliga staðfesta sáttmálalongdina, men summar keldur vilja verða við, at talan er um minst trý-ára avtalu - tað vil siga, at avtalan verður galdandi til umleið 2030.

Sáttmálin hjá Eliasi á Skipagøtu við THW Kiel gongur út á sumri 2027. Síðani flytur føroyingurin til Norðurjútlands.

Aalborg Håndbold hevur verið í Champions League Final Four tvær ferðir seinastu trý árini og í finaluni í fremstu evropeisku kappingini tvær ferðir síðani 2021. Liðið er verandi danskur meistari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder