Eftir 25 minuttir á Tórsvølli var 1-1, og tað komu ikki fleiri mál í 1. umfari í Nations League deild C, bólki 3.
Føroyar vóru nærri við at avgerða, men innskifti Adrian Rúnasson Justinussen brendi størsta møguleikan í dystinum. Málverjin bjargaði væl, men Horsens spælarin kundi nýtt sítt góða høgra bein betri - við at finna meskarnar ella spæla yvirum til púra fría Hanus Sørensen, sum sprutlaði í løtum í kvøld.
Eingin annar varð skiftur inn fyrstu 80 minuttirnar, og tað sigur kanska eitt sindur um vantandi breiddina á fremstu føroysku plássunum. Tí broddurin var ikki har í nóg stóran mun á seinasta triðinginum, hóast spælið við bóltinum var fínt. Árni Frederiksberg og aðrir vantaðu, og tá Føroyar fóru eftir sigrinum seinastu løtuna komu spælarar inn, sum ongantíð áður høvdu spælt um stig fyri A-landsliðið.
Teir á útiliðnum vóru týðiliga nøgdir við eitt stig og at varðveita bóltin, uttan at seta hann uppá spæl. Tað jaliga fyri Føroyar var millum annað, at Kasakstan bert hevði ein annan møguleika eftir 1-1 málið: Hetta var skot á uttarsíðu á stongina, sum Mattias Lamhauge sá út til at hava tamarhald á.
Jaligt var avgjørt eisini, at Áki Samuelsen spældi væl í sínum fyrsta kappingardysti - og skoraði eisini eitt flott mál. Talan var um føroyskt gjøgnumbrot í vinstru, har miðverjin Andrias Edmundsson kom í eitt yvirlapp. Sending hansara varð hørð og beinrakin, og mitt fyri málinum var nummar 10 á púra rætta staðnum: Áki rakti bóltin perfekt, bólturin upp í málhornið og so er hann málskjútti á A-landsliðnum.
Tað kostaði tó, at Føroyar ikki dekkaðu nóg væl upp í sambandi við hornaspark tíggju mintuttir seinni. Geza Turi, sum hevði ein góðan møguleika eftir steðgin og ikki rakti bóltin, og Petur Knudsen, ið ikki var sjónligur í spælinum, endaðu við at dekka sama spælara. Andrias Edmundsson endaði við tveimum monnum og tapti sín nærdyst.
Føroyar fara seinni í kvøld til Moldova við einum stigi í viðførinum. Eftir hetta úrslitið, fyrsta javnleikin undir hesum toyminum, munnu trý stig vera eitt krav ella ógvuliga nær við tað týskvøldið
Meira um dystin á Portalinum og FM1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald