Chisinau, Moldova (Portalurin): - Eg eri glaður fyri mítt egna avrik, meg eg eri eitt sindur illur inn á, at vit ikki fáa trý stig - tí tað kundu vit. Men um vit frahaldandi spæla á hendan hátt, so skal tað nokk fara at ganga væl, tí vit hava møguleikarnar.
Soleiðis segði Áki Debes Samuelsen millum annað við Petur Asbjørn Lervig í gjárkvøldið eftir 1-1 javnleikin móti Kasakstan. Eitt stig á Tórsvølli í frysta Nations League-dystinum 2026 var ikki tað besta, men tí eitt
Hoyr eisini: Áki fegnast um fyrsta málið og fyrsta kappingardystin - men sigurin manglaði
Viðmerkjarin hjá FM1 fremhevjar avrikini hjá Áka D. Samuelsen og Geza David Turi
Áki Samuelsen hevur í nógv ár verið U21-landsliðsspælari, men nú 22-ára gamli hoyvíkingurin varð loksins úttikin til Baltic Cup-venjingarkappingina í juni - eftir at hava verið álopskendur profilur í føroysku kappingini í serliga 2024 og síðani spælt væl í næstbestu norsku deildini og í ár fyri svensku meistararnar.
Í summar kom kviki og snildi vongurin inn móti Estlandi og byrjaði móti Lettlandi. Nummar 10 var eisini nær við at skora. Í gjárkvøldið brast fyri nev í fyrsta kappingardystinum hjá Áka Samuelsen, tá hann eftor korter setti bóltin upp í málhornið til 1-0.
![]()
![]()
![]()
Áki Samuelsen vísti góðar taktir í gjár og skoraði eisini einasta føroyska máliðð (Myndir: Jens Kr. Vang)
Sí fleiri myndir frá dystinum á Tórsvølli her
Áki Samuelsen spældi 80 minuttir. Tá hann fór út fyri Poul Kallsberg, sum eisini spældi sín fyrsta kappingardyst á A-landsliðnum, kom Mattias Hellisdal eisini inn.
Poul Kallsberg hevði, undan dystinum í gjár, spælt í tveimum venjingardystum á A-landsliðnum. Mattias Hellisdal er á fyrsta sinni við. 20-ára gamli miðvallarin er yngsti maðurin í hesum hópinum.
Eins og Áki Samuelsen, spælir hann í Allsvenskan. Mattias hevur seinastu mánaðirnar gjørt vart við seg fyri uppflytararnar Västerås, og tað var upplagt at uppruna B36 varð úttikin til fyrstu fýrsta Nations League-dystirnar; serliga nú fleiri av vanligu sentralu miðvallarunum á landsliðnum ikki eru tøkir.
Mattias Hellisdal (nummar 22) hevði ikki nógva tíð at vísa seg fram, men eftir eitt langt innkast kom hann til skotroynd. Miðvallarin var tó ikki veruliga í javnvág og skeyt stutt framvið.
![]()
Poul Kallsberg og Mattias Hellisdal á vøllin sum onnur og triðja útskifting, tá tíggju minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini (Mynd: Sverri Egholm)
Í nátt, umleið klokkan 04.00 lokala tíð, setti flogfarið hjá Atlantic Airways seg í moldoviska høvuðsstaðnum, her næsta uppgáva í kappingini er á skránni týskvøldið 29. september. Føroyingar venja seinni í dag.
Portalurin og FM1 eru við á túrinum og hava meira tilfar seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald