Fótbóltur

Keflavík - Berlin - Chisinau: Aron Benjaminsen er loksins lendur í Moldova

Nýggja unga álopskenda vápnið hjá føroyska A-landsliðnum venur saman við liðfeløgunum í morgin og verður við týskvøldið. Hann var veðurfastur í Íslandi í nátt saman við U21-landsliðnum og hevur flogið fýra ferðir síðani dystin í Estlandi.

Flogfarið, sum skuldi lenda úr Keypmannahavn í gjárkvøldið, lendi ikki vegna ov nógvan vind. Harvið hevur Aron Benjaminsen flogið tvær ferðir í dag, eins og hann gjørdi í gjár (Mynd: FSF)

Flogfarið, sum skuldi lenda úr Keypmannahavn í gjárkvøldið, lendi ikki vegna ov nógvan vind. Harvið hevur Aron Benjaminsen flogið tvær ferðir í dag, eins og hann gjørdi í gjár (Mynd: FSF)

2026-09-27 17:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Chisinau, Moldova (Portalurin): Sum boðað varð frá leygardagin, legst Aron Benjaminsen nú afturat A-landsliðshópinum. Eyðun Klakstein róði framundir hesum í sambandi við úttøkuna fyri 13 døgum síðani, og eftir at Aron hevði skorað bæði føroysku málini í U21-sigrinum í Estlandi fríggjakvøldið.

Sí eisini: U21-landsliðið hevur sett met og vunnið helmingin av dínum dystum

Hoyr eisini: Tvey mál og stigamet hósdagin - nú úttikin til A-landsliðið: - Hetta er fantastiskt

Ætlanin var, at 18-ára gamli strandingurin skuldi fara við leiguflogfarinum, sum fór úr Føroyum til Moldova seint í gjárkvøldið. Men hetta gekst ikki.

Flogfarið, sum skuldi lenda úr Keypmannahavn í gjárkvøldið, lendi ikki vegna ov nógvan vind.

Ístaðin fór ferðalagið við millum annað U21-landsliðnum til Keflavíkar, har gist varð í nátt.

Meðan hini fóru til Føroyar í morgun, fór Aron Benjaminsen við flogfarið til Berlin. Eftir nakað av bíðitíð har fleyg Hearts-spælarin víðari til høvuðsstaðin til Molsova, har hann lendi fyri løtu síðani. Hetta var fjórði flogtúrurin hjá unga føroyinginum síðani seinnapartin í gjár.

Aron er komin á gistingarhúsið hjá spælarunum, har hann longu er farin í venjingarhølini. Í morgin venur vinstrabeinti vongurin saman við hinum á vøllinum, og týsdagin kann Aron Benjaminsen á fyrsta sinni spæla við A-landsliðnum.

Summir miðlar og viðmerkjarar eftirlýstu, at 18-ára gamli spælarin var ein møguleiki, tá Føroyar tørvaðu eitt mál í 2. hálvleiki móti Kasakstan.  

Les eisini: Hálvkeðiligt úrslit í kuldanum á Tórsvølli

Andrias Edmundsson: - Úrslitið og verjuspælið í sambandi við teirra mál ikki nóg gott

Føroyar og Moldova spæla í 2. umfari í Nations League-bólkinum klokkan 17 føroyska tíð. Portalurin og FM1 eru á staðnum og hava ymiskt tilfar - millum annað sending í morgin klokkan 13.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder