Chisinau, Moldova (Portalurin): Í morgin, týsdagin 29. september klokkan 17, spæla Moldova og Føroyar í 2. umfari í Nations League-bólkinum,
Føroyska ferðalagið kom til moldoviska høvuðsstaðin sunnunáttina. Umframt hóp, venjara- og hjálparatoymi eru FSF-umboð og nógv umboð frá føroysku feløgunum og aðrir áskoðarar.
Tað er sonevndi formanstúrurin, og í dag klokkan 13 føroyska tíð vitjar Jan Vestergaard "FM-studio" á Mariott-gistingarhúsinum.
Umframt FC Hoyvík-formannin hoyra vit frá Heðini Arge, sum er kendur úr millum annað sendingini "Skiftirúmið" á FM1.
![]()
Heðin Arge, her á landsliðstúri á Gibraltar
Jan Vestergaard er sjómaður, politiskt virkin og fótbóltsformaður (Mynd: jn.fo)
Trygvi Absalonsen fer at leiða sendingina, har vit venda landsliðnum og føroyskum fótbólti í ein lítlan tíma.
Landsliðsradio úr Moldova byrjar klokkan 13 føroyska tíð. Sendingin kann seinni hoyrast á heimasíðuni og á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald