Fótbóltur

KÍ byrjar á heimavølli í Europa League

Tre Fiori kemur á vitjan í Gundadali 27. juni.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-06-12 13:57 Author image
Ari av Rana

Lutakast var í gjár um fyrsta umfarið í ársins Europa League kapping. Í pottinum var eitt nú KÍ, sum trekti Tre Fiori úr San Marino.

Tre Fiori fekk heimvøll í fyrsta dystinum, men av tí at eitt annað lið úr San Marino eisini fekk heimadyst í fyrsta umfarinum, avgjørdi UEFA at KÍ skuldi hava heimavøll í fyrsta dystinum.

Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur við Norðlýsið, at nú er endaligt at fyrsti dysturin millum liðini verður spældur á Ovara Vølli í Gundadali hóskvøldið 27. juni. Seinni dysturin verður spældur í San Marino 4. juli.

placeholder
placeholder