Fótbóltur

Senda úr Moldova klokkan 13 - siga frá klokkan 16.30

Trygvi Absalonsen reikar fyrst fyri upptakt við millum annað Tróndi Arge, og FM1 verður eisini á Zimbru Stadion seinni. Á Portalinum vera livebloggur og annað - millum annað frá føroysku fjepparaupphitingi.

Trygvi Absalonsen í Moldova (Mynd: Sverri Egholm)

Trygvi Absalonsen í Moldova (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-29 10:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Chisinau, Moldova (Portalurin): Dystardagur er í moldoviska høvuðsstaðmnum, og tað merkiskt - ó øllum førum millum føroyingar.

Føroyska manslandsliðið skal royna at gera tað, sum ikki eydnaðist á Tórsvølli leygarkvøldið og móti Moldova í 2023 og her í 2021: Vinna.

Les eisini: Moldova so at siga bara vunnið stig móti teimum vánaligastu í Evropa

Myndir: Noyðast at fara eftir øllum í Moldova

Hoyr eisini: Aron Benjaminsen kann fáa ein jokaraleiklut í Moldova

Føroyska liðið fer at hava stuðul frá eini 100 føroyskum áskoðarunum. Talan er um bæði fólk úr fótbóltnevndunum og fólk úr ymiskum fyritøkum, sum eru firmatúr.

Hesi fara at merkjast á moldoviska tjóðarleikvøllinum, har roknað ikki verður við so nógvum áskoðarum. Føroyingar fara eisini at hita upp saman frá klokkan 16 lokala tíð á Draft Arena, sum er stað tætt við Zimbru leikvøllin.

Sí eisini: Útvið hundrað føroyingar vera á áskoðaraplássunum í Moldova

Portalurin fer at hava liveblogg við myndum í tímunum upp til og undir dystunum, Aftaná taka vit saman um.

Á FM1 reikar Trygvi Absalonsen fyri upptakt klokkan 13 føroyska tíð, har Tróndur Arge verður ein av gestunum. Frá klokkan 16.30 verður sent beinleiðis avZimbru leikvøllinum, har annar Nations League-dysturin í ár er á skránni.

Hoyr sendingina úr Moldova frá í gjár her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder