Fótbóltur

Fimm broytingar á føroyska liðnum - tær flestu í verjuketuni

Viljormur Davidsen og Samuel Chukwudi eru millum teir fyrstu ellivu, og Mattias Hellisdal byrjar fyri fyrstu ferð á A-landsliðnum. Aron Benjaminsen er millum teir, sum eru á bonkinum - dysturin byrjar klokkan 17 og til ber at fylgja við á FM1 og Portalinum.

Odmar Færø og Martin Agnarsson eru millum teir, sum byrja á bonkinum í Modlova (Mynd: Sverri Egholm)

Odmar Færø og Martin Agnarsson eru millum teir, sum byrja á bonkinum í Modlova (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-29 16:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF: Landsliðsvenjararnir hava gjørt fimm broytingar á føroyska liðnum, samanborið við teir fyrstu ellivu, sum byrjaðu ímóti Kasakstan seinasta leygardag 

Liðið, ið byrjar í dag, sær soleiðis út: Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Jann Benjaminsen, Samuel Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari.

Á føroyska miðvøllinum frá byrjan vera Áki Samuelsen, Géza Dávid Turi, Mattias Hellisdal og Hanus Sørensen, og í álopinum verður Adrian Justinussen.

Eykamenn eru Ari í Haraldstovu Petersen, Bárður á Reynatrøð, Jóannes Kalsø Danielsen, Emil Weihe Joensen, Jóannes Bjartalíð, Heini Vatnsdal, Jørgen Nielsen, Petur Knudsen, Martin Agnarsson, Poul Kallsberg, Odmar Færø og Aron Benjaminsen.

Sí eisini: Aron Benjaminsen er til reiðar til ein jokaraleiklut í kvøld

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

UEFA Nations League dysturin millum Moldova og Føroyar á Zimbru Stadion í Chisinau byrjar klokkan 19:00 lokala tíð, sum er klokkan 17:00 í Føroyum.

FM1 hevur beinleiðis útvarpsfrásøgn frá dystinum, sum eisini sæst í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

------------------------------------------------

Lurta eftir FM1 her

Fylgið við blogginum á Portalinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder