Hondbóltur

European League: 15 føroysk mál í fyrsta umfari í bólkaspælinum

Bjarni í Selvindi skein við seks málum í sínari afturvendan í føroyingauppgerð, sum Valur vann á danska Mors-Thy. Teis Horn Rasmussen skoraði trý mál í sigri í Kekkia.

2026-09-30 13:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra føroyingar eru við í bólkaspælinum í næststerkastu evropeisku kappingini, og allir vóru í eldingum í gjár, týskvøldið.

Tríggir teirra vóru á sama vølli í Reykjavík. Har tóku íslendsku meistararnir móti Mors-Thy Håndbold, sum stóð seg ógvuliga væl í donsku kappingini í fjør. 

Magnus Árason kom til felagið í summar, og ungi føroyski høgri vongurin skoraði tvey mál móti Vali. Men eins og fleiri av liðfeløgunum, brendi Magnus eisini nakað móti roynda Vali-málverjanum Bjørgvin Páll Gustavsson, sum tók umleið 40 prosent av skotunum. Harímilum vóru fýra skot hjá Magnusi Árason

Høgri vongurin hjá Vali, meira royndi føroyingurin Allan Norðberg, skoraði uppá øll síni fýra skot og dekkaði eisini væl á bakkinum í greiða heimasigrinum (39-28).

Bjarni í Selvindi hevur havt vøddaskaða í baklærinum seinastu tíðina, men 24-ára gamli skálamaðurin gjørdi bart í gjár við seks málum uppá átta skot, umframt nógv onnur ting. Fýra av málunum hjá nummar fýra hjá teimum reyðu sæst niðanfyri.

Sí hæddarpunkt her:

Harvið góð byrjan hjá Vali móti donskum felagi. Eitt annað danskt lið kom betri frá byrjan á útivølli. 

Teis Horn Rasmussen og TTH Holstebro vunnu við heili tíggju málum (23-33) í Kekkia.

Føroyski strikuspælarin skoraði trý av fýra skotum og vardi væl í miðverjuni í tryggja sigrinum.

[object Object]
Teis Horn Rasmussen (79) og Allan Norðberg (7) fegnast her í EM-dysti í Oslo - í gjár vunnu báðir royndu landsliðsspælararnir trygt í European League (Mynd: Sverri Egholm)

Sí yvirlit yvir European League-bólkarnar her - Tvey lið koma viðari úr hvørjum bólki til miðumfarið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder