Hondbóltur

Farum Arena tekur skap

Væntast kunnu nakað omanfyri 1.000 áskoðarar til landsdystin móti Montenegro í annaðkvøld.

Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

2019-06-12 16:22 Author image
Ari av Rana

Tað hevur verið stákast og gjørt klárt síðan tíðliga í morgun í dystarhøllini, Farum Arena, til heimadystin hjá Føroyum í annaðkvøld. 

Tað er nógv, sum skal fáast upp á pláss. Hondbóltsgólvið skal leggjast, tribunur hálast út, fløgg hangast upp, LED-skíggjar setast fram við gólvinum, lýsingar klistrast á gólvið og mangt annað.

Pláss er fyri 3.000 áskoðarum í Farum Arena. Væntast kunnu nakað omanfyri 1.000 áskoðarar til dystin í annaðkvøld móti Montenegro, skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum.

Dysturin byrjar klokkan 19.30 danska tíð.

 

placeholder
placeholder