Fótbóltur

Eftir tvey umfør: Slovakia er farið frá - vitjar á Tórsvølli fríggjakvøldið

Her er yvirlit eftir tvey umfør í Nations League-bólkinum og skrá fyri tey bæði umførini, sum eru eftir.

Føroyar hava spælt 1-1 í báðum sínum dystum higartil (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar hava spælt 1-1 í báðum sínum dystum higartil (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-30 18:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar hava spælt tveir dystir og fingið tvey stig higartil í hesari Nations League-kappingini.

Fýra dystir eru eftir; harav tveir næstu vikuna. 

Næsta uppgáva hjá manslandsliðnum er Slovakia, sterkasta liðið í bólkinum sum eisini hevur vunnið báðar dystirnar higartil. Hetta fríggjakvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli.

Sí eisini: Eyðun Klakstein: Teir funnu flog - vit koma ikki burturúr tí

Allir hinir dystirnir í bólkinum eru endaðir við javnleiki.

Nations League deild C, bólkur 3

1. umfar, leygardagin 25. september
Slovakia - Moldova 2-0 (2-0)
Føroyar - Kasakstan 1-1 

2. umfar, týsdagin 28. september
Slovakia - Kasakstan 2-1 (1-1)
Moldova - Føroyar 1-1 (0-1)

Sí eisini: Føroyingar fullu út á dystin og vóru hepnir at fáa stig

Longu lendir í Føroyum

1. Slovakia 6 stig
---------------------
2. Føroyar 2 stig
----------------------
3. Kasakstan 1 stig
4. Moldova 1 stig

Ovasta liðið flytur upp í bólk B til næstu Nations League-kapping 
Næstovasta liðið skal spæla um at flyta upp

3. umfar, fríggjadagin 2. oktober
15.00: Kasakstan - Moldova
19.45: Føroyar - Slovakia

4. umfar, týsdagin 6.oktober
15.00: Kasakstan - Føroyar
19.45: Moldova - Slovakia

Tveiy tey seinastu umførini verða spæld mitt í november.

Í mun til undanfarnu Nations League kappingar flytir einki lið niður: Deild D verður ikki til í 2028. Tá verður talan um størri deildir (tríggjar í tali)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder