Ein samrøða, sum ikki kom við í gjár hjá okkum, er tann við Samuel Johansen Chukwudi.
Sterki miðverjin spælir til dagliga í Bundesliguni í Eysturríki og spældi 90 minuttir í Moldova.
Samuel smurdi ikki nakað inn - havnarmaðurin helt fyri, at tað ikki var nóg gott av føroyska liðnum at missa tamarhaldið móti Moldova. Og at millum annað missa bóltin ymsastaðni á vøllinum so mikið ofta.
Hoyr samrøðuna eftir 1-1 javnleikin ovast
Sí eisini: Føroyingar fullu út á dystin og vóru hepnir at fáa stig
Les eisini: Longu lendir í Føroyum
Føroyar spæla aftur fríggjadagin klokkan 19.45 móti Slovakia á Tórsvølli. Meira úr landsliðsleguni í morgin
---------------------------------------------
Nations League deild C, bólkur 3
2. umfar, týsdagin 28. september
Slovakia - Kasakstan 2-1 (1-1)
Moldova - Føroyar 1-1 (0-1)
1. Slovakia 6 stig
---------------------
2. Føroyar 2 stig
----------------------
3. Kasakstan 1 stig
4. Moldova 1 stig
Ovasta liðið flytur upp í bólk B til næstu Nations League-kapping
Næstovasta liðið skal spæla um at flyta upp
3. umfar, fríggjadagin 2. oktober
15.00: Kasakstan - Moldova
19.45: Føroyar - Slovakia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald