Oyggjaleikir 2027

Hvør skal skriva Oyggjaleikasangin 2027?

Skipað verður fyri sangskrivarakapping fyri at finna sangin, sum skal seta ljóð á oyggjaleikir í Føroyum í 2027.

2026-10-01 09:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Oyggjaleikirnir 2027 skulu hava í oyggjaleikasang, og í hesum sambandi skipa KVF, ÍSF og Betri Oyggjaleikir fyri eini sangskrivarakapping, har leitað verður eftir oyggjaleikasanginum – sanginum, sum skal seta ljóð á oyggjaleikir í Føroyum summarið 2027.

Tríggjar virðislønir verða latnar í sambandi við kappingina. 1. virðisløn er 40.000 krónur, 2. virðisløn er 20.000 krónur, og 3. virðisløn er 10.000 krónur.

Freistin at senda sang inn er 1. desember 2026, og vinnarasangurin verður frumframførdur á Ítróttafagnaðinum 6. februar 2027.

Treytir fyri luttøku

  • Sangurin skal vera eitt nýtt, upprunaligt verk, sum ikki áður hevur verið alment spælt ella útgivið.
  • Sangteksturin skal snúgva seg um oyggjaleikir og ítrótt. Onnur evni kunnu eisini flættast uppí.
  • Føroyska málið skal vera berandi í sanginum.
  • Allar sangrøddir skulu vera framførdar av menniskjum.
  • Sangurin skal vera so liðugur sum gjørligt, tá ið hann verður latin inn.
  • Luttakarin/luttakararnir skulu eiga øll rættindi til orð, lag og upptøkur.
  • Hvør luttakari kann í mesta lagi senda ein sang inn til kappingina.
  • Dómsnevndin tilskilar sær rætt til í samráð við vinnaran at gera neyðugar broytingar í framleiðslu og ljóðblanding og at mastera sangin av nýggjum.

Innsending
Hvør sangur skal sendast sum ljóðfíla við Wetransfer og vera so liðugur, sum gjørligt. Hvør sangur skal sendast sum ljóðfíla í MP3-, AIFF- ella WAV-formati saman við teksti og viðkomandi upplýsingum.

Tilfarið skal sendast til t-postin [email protected].

Døming
Ein dómsnevnd, ið KVF, Oyggjaleikir og ÍSF í felag seta, velur teir tríggjar sangirnar, sum fáa virðisløn. Í dømingini verður dentur lagdur á lag, tekst og hvussu sangurin hóskar sum oyggjaleikasangur.

Meira fæst at vita um Oyggjaleikir her: https://www.faroeislands2027.fo/

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder