Hondbóltur

Myndir: Føroysk venjing í Farum

A-landsliðið hja monnum er við at verða til reiðar til dystin ímóti Montenegro í annaðkvøld.

Jónas G. Djurhuus (Mynd: Sverri Egholm)

Jónas G. Djurhuus (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-12 17:02 Author image
Agnar Prestá

Fyrrapartin lendi føroyski hópurin í Kastrup. Harfrá gekk leiðin til hotellið hjá FC Norðsjælland, ið er beint við leikvøllin hjá fótbóltsfelagnum. Hiðani er ikki langt til Farum Arena, ið er høllin, har føroyingarnir fyri eina løtu síðani høvdu venjing, og har dysturin ímóti Montenegro verður leiktur í annaðkvøld.

Føroyska liðið hevði eina lætta venjing í áleið ein tíma í høllini, har pláss er fyri áleið 2500 áskoðarum til hondbóltsdystir. Eftir eina stutta upphiting var fótbóltur á skránni eina løtu, har teir eldru vunnu á teimum yngru. At menn dáma væl at vinna og minni gott at tapa sást týðiliga.

Annars var mest fokus á verjuspælið í venjingini. Liðið hevur verið samlað fleiri ferðir seinastu vikurnar, so tað hevur verið góð tíð at fyrireika ymisku tingini, og føroyska liðið tykist til reiðar til uppgávuna, ið er í annaðkvøld klokkan 19.30.Hýrurin í føroyska hópinum tykist eisini at vera góður.

Samrøður við Tórður Guttesen, málverjan ið er við fyri fyrstu ferð, og Sonna Larsen, høvuðsvenjara, verða á Portalinum seinni.

placeholder
placeholder