Fótbóltur

Ikki ordiliga nøgdir við úrtøkuna higartil - kanska tørvar okkum júst avbjóðingina móti Slovakia

Eyðun Klakstein staðfesti á dagsins tíðindafundi, at dysturin á Tórsvølli fríggjakvøldið, kann hóska Føroyum væl, hóast mótstøðan harðnar. Geza Turi, sum fór út tíðliga í Moldova, er "100 prosent til reiðar".

Á dagsins tíðindafundi helt føroyski landsliðsvenjarin fyri, at man vantaði neyvleikan fyri at vinna tveir teir fyrstu dystirnar - og at man var betri nøgdur við dystin móti Kasakstan á Tórsvølli enn tí móti Moldova (Mynd: Sverri Egholm)

Á dagsins tíðindafundi helt føroyski landsliðsvenjarin fyri, at man vantaði neyvleikan fyri at vinna tveir teir fyrstu dystirnar - og at man var betri nøgdur við dystin móti Kasakstan á Tórsvølli enn tí móti Moldova (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-01 17:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit eru ikki ordiliga nøgdir við úrttøkuna higartil. Yvirskipað er tað á leið, har vit skulu vera - serliga í dystinum móti Kasakstan var tað "uppá okkara treytir". Spældu væl og serliga ein keðilig støða, hornasparkið teir skora uppá, kostaði sigurin. Vóna at dysturin í morgin fer at líkjast tí móti Kasakstan í størri mun enn honum í Moldova.



Her sæst tað Eyðun Klakstein segði eftir 1-1 dystin í Moldova týskvøldið

[object Object]Gunnar Vatnhamar hevði bandið um armin seinastu løtuna í Moldova og segði á dagsins tíðindafundi, at "vit skulu krevja meira, enn vit vístu í Moldova" (Mynd: Sverri Egholm)

Á dagsins tíðindafundi helt føroyski landsliðsvenjarin fyri, at man vantaði neyvleikan fyri at vinna tveir teir fyrstu dystirnar.  Nú bíðar eitt sterkari mótstøðulið - á pappírinum tað sterkasta í Nations League deild D - men júst tað kann hóska Føroyum væl, heldur Eyðun Klakstin fyri:  

- Slovakia spælir kanska eina deild ov lágt í hesari Nations League-kappingini og hevur nakrar ordiliga góðar spælarar á høgum stigi. Men kanska er hetta júst tann avbjóiðingin, okkum tørvar. Vit hava víst tað fyrr móti Kekkia, og um tað grundleggjandi hjá okkum eydnast, so ber tað til at fáa stóra úrslitið, sum vit altíð fara eftir her í okkara kendu umstøðum.

Slovensku miðlarnir á staðnum spurdu dúgliga um tað, at Føroyar eru lítlar og við nørkum, sum ikki eru yrkisspælarar, í hópinum.  Men føroyski venjarin legði lítið í at spæla við í hesum. Hann vísti á, at einki nýtt er í at vera undirtippaði og hava færri fólkagrundalag hjá føroyingunum: - Vit hava nóg mikið av fótbóltsspælarum og hava skift nógv á liðnum seinastu dystirnar - meira enn Slovakia.

Portalurin spurdi um støðuna hjá Geza David Turi, sum fekk harðar takklingar í Moldova og eitt slag í høvdið, sum gjørdi gøtumannin hálvgum í ørviti - og gav eitt hovið eyga. Hetta gjørdi at lyklaspælarin á miðvøllinum noyddist av vølli eftir hálvan tíma.

- Geza er 100 prosent klárar. Tíbetur hovnaði tað niðureftir og ikki uppeftir við eygað - og tað jaliga er so, at hann varð "spardur" seinasta hálva tíman í Moldova, helt Eyðun Klakstein fyri.

Nations League deild C, bólkur 3
3. umfar, í morgin fríggjadagin 2. oktober
15.00: Kasakstan - Moldova
19.45: Føroyar - Slovakia

1. Slovakia 6 stig
---------------------
2. Føroyar 2 stig
----------------------
3. Kasakstan 1 stig
4. Moldova 1 stig

Ovasta liðið flytur upp í bólk B til næstu Nations League-kapping 
Næstovasta liðið skal spæla um at flyta upp

Sí eisini: 
Eftir tvey umfør: Slovakia er farið frá - vitjar á Tórsvølli fríggjakvøldið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder