Fótbóltur

Erling spælir eisini í hvítum í 2020

Erling Dávidsson hevur longt sáttmála sín við B36.

Erling og fyrrverandi formaðurin í B36, Rúni Herup Olsen (Savnsmynd)

Erling og fyrrverandi formaðurin í B36, Rúni Herup Olsen (Savnsmynd)

2019-06-13 07:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Erling Dávidsson hevur longt sáttmála sín við B36. Havnarfelagið skrivar á heimasíðuni, at Erling hevur víst seg at verða ein sannur fongur, og at felagið gleðist um, at hann hveur gjørt av at spæla við B36 í 2020 eisini.

29 ára gamli verjuleikarin var ikki nógv á vøllinum í fjør, tá hann fekk sær siglingartíð, men í ár hevur hann staðið seg væl, skrivar B36.

Erling hevur sambært Faroesoccer.com spælt átta dystir fyri B36 hetta kappingarárið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder