Annað

U20 kvinnurnar til EM undankapping í San Marino

Spæla fyrsta dystin í morgin klokkan 11 - móti Monaco.

2026-10-02 17:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroysku U20 kvinnurnar í flogbólti eru í hesum døgum í San Marino til EM undankapping. Málið er at vinna seg til EM endaspælið, sum verður komandi summar.

Føroyar eru komnar í innleiðandi bólk við Monaco og San Marino. Fyrsti dysturin verður í morgin, 3. oktober, klokkan 11 í móti Monaco. Klokkan 19.30 verður leikt ímóti vertunum úr San Marino. 

Tað átti at verið sannlíkt, at føroyska liðið leikar seg víðari til aðra hálvfinaluna – antin sum bólkavinnari ella sum nummar 2 í bólkinum. Vinna føroysku kvinnurnar bólkin, verður hálvfinalan ímóti nr. 2 úr hinum bólkinum.

Tann dysturin verður sunnudagin klokkan 8.30. Verða genturnar nr. 2 í bólkinum, skulu tær møta nr. 1 í hinum bólkinum. Tá skulu tær leika hálvfinalu sunnudagin klokkan 11.30. 

Finalan í kappingini verður sunnudagin klokkan 18.30.

Høvuðsvenjarin, Marjan Nikolic, hevur úttikið hesar leikarar til undankappingina:

Elisabeth Norðoy Vilhelmsen
Edna Henriksen
Anna Katrina í Haraldstovu
Arina Joensen
Osla Johannesen
Savanna Onghamar
Marjun á Mýrini
Maria Teresa Vitalis
Maia á Lakjuni
Josefina Ingibjørg Fjallsbak
Petra Radinovic Panic
Maria Hovgaard 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder