Hondbóltur

H71 kvinnur vunnu við trimum málum eftir flotta vend

Vóru annars aftanfyri við seks málum í steðginum, men vunnu málveitsluna í fyrra European Cup-dystinum. Seinni dysturin verður leygarkvøldið klokkan 19 og sæst á Portal Play.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-02 20:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

H71 spældi í kvøld fyrra dystin í European Cup móti HB Dudelange úr Luksemborg.

Tað kann ganga skjótt fyri seg í hondbólti, og tá steðgur var í Hoyvíkshøllini vóru gestirnir á odda við seks málum og lítið sum bendi á, at H71 fór at vinna dystin. Hetta bleiv tó vent í seinna hálvleiki tá Halsdóttir Weyhe systranar og hinar hoyvíkskvinnurnar veruliga komu fyri seg.

[object Object]

[object Object]

H71 endaði við at vinna við trimum málum og hevur gott útgangsstøði til seinna og avgerandi dystin í annaðkvøld. Í slíkum kappingum snýr tað seg um at vinna samanlagt yvir tveir dystir.


H71 og HB Dudelange spæla aftur í annaðkvøld klokkan 19. Dysturin kann keypast fyri 79 krónur á Portal Play. Dysturin er ikki partur av vanliga hondbóltshaldinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder